Summarkvøld við Toftavatn

Sølvi Reinert Hansen væntar góða undirtøku aftur í ár

Mikukvøldið 28. mai klokkan 18 skipa Nes og Runavíkar Kommunur aftur fyri hugnaløtu við Toftavatn.

 

Hetta er fjórða árið, at tiltakið verður fyriskipað. Eini 300 fólk í øllum aldri hava luttikið undanfarin ár, og vóna fyriskipararnir, at væl av fólki møtir hesa ferð eisini.Farið verður av Svangaskarði og frá Skúlanum við Løkin kl. 17.50. Gingið verður eftir gøtuni, sum kommunurnar hava gjørt í felag, til eina fløtu, har felagssangur og røða eru á skránni.

 

Í ár hugleiðir Torbjørn Jacobsen. Eisini verður rennikapping millum tveir limir í Ítróttafelagnum Roysnið - ein úr hvørjari kommunu - hesir renna hvør sín veg kring vatnið.Økið kring Toftavatn er ein perla í føroysku náttúruni, og vann gøtan eisini 1. virðisløn sum best røkta bygda- og varðagøtan í 2012.

 

Gøtan verður áhaldandi ment. Seinasta ár blev tað gjørligt at fara allan vegin runt innara vatn eftir gøtuni, eins og brúgvin varð umvæld. Í løtuni verða benkur settir upp ymsa staðir framvið gøtuni.

 

Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra eina samrøðu við mentanarleiðaran hjá Runavíkar kommunu, Sølva Reinert Hansen um tiltakið.