Leygarkvøldið 1. juli skipar Vágs Kommuna fyri einum kvøldartiltakið sum tey hava valt at kalla Summarkvøld í Vági. Hetta er eitt kvøld har hugnin er í hásæti. Tjaldið verður sett upp framman fyri SEV húsið í miðbýnum.
Í tjaldinum kemur SuSvim at standa fyri matsølu og onkrum drekkandi afturvið.
Tónleikur verður eisini í tjaldinum.
Bjørn Hentze Bech, sum fólk kenna frá hansara vælumtóktu sendingum í KVF, byrjar tiltakið klokkan 18.00 við at venda plátum.
Seinni koma Lív & Tróndur at framføra og Magni Christiansen spælir til seinast.
Tiltakið endar umleið klokkan 22.30, tá hevur Jugga opið. Á Jugga spæla Hjalmar og Dagfinn.











