Summarkonsert á Seglloftinum

Almenna summarkonsertin hjá Musikkskúlanum í Suðuroy verður hildin á Seglloftinum.

Skúlaárið er farið at halla, og brátt fara næmingar í summarfrí. Soleiðis er eisini á musikkskúlunum kring landið.

Týsdagin 24. mei kl. 19 verður summarkonsertin hjá Musikkskúlanum í Suðuroy hildin á Seglloftinum á Tvøroyri.

Har fara næmingar á musikkskúlanum at spæla nakað av tí tey hava lært seinasta skúlaárið.