Summarkonsert í Elduvíkar kirkju

Fríggjakvøldið 28. Juni kl. 19.30 fara fuglfirðinganir Niels og Nikolina Midjord at syngja sangir hjá Leonard Cohen í Elduvíkar kirkju.

Fyrr í ár góvu tey bæði Niels og Nikolina út fløga við sangum hjá Leonard Cohen. Á fløguni eru sangir, sum Cohen skrivaði í tíðarskeiðnum 1967-84. Anne Mette Klemensen, prestur fer eisini at hava stutta andakt umframt at nakrir sálmar verða sungnir.

Eftir konsertina bjóðar kirkjan ein drekkamunn á Fridusa heimacafé, har møguleiki eisini verður fyri at ogna sær nýggju fløguna til serprís.