Summarjobb í Japan

21 ára gamla Gunnleyg Berg úr Havn hevur fingið eitt heldur øðrvísi summarjob. Hon hevur fingið starv hjá fyritøkuni SNG í japanska høvuðsstaðnum Tokyo, og hon hevur eisini fingið atgongumerki til HM-finaluna, sum hon lat 6.300 krónur fyri

Við flogfarinum hjá Atlantic Airways mikumorgunin var Gunnleyg Berg úr Havn. Hósdagin heldur hon leiðina víðari til Zürich og síðani tann langa teinin til Tokyo.
Hon hevur fingið starv hjá japansku fyritøkuni SNG í Japan, sum fæst við at selja fisk. Hetta er ein heimsumfevnandi fyritøka, sum eisini hevur eitt dótturfelag í Føroyum, ið selur fisk til Japan.
? Eg skal arbeiða hjá SNG í Tokyo í ein mánað, og so er ætlanin eisini, at eg skal til Kina við stjóranum at hyggja eftir nøkrum verksmiðjum hjá felagnum har, sigur Gunnleyg Berg, sum júst er liðug á Hægri Handilsskúla í Havn.
Hetta hevur eisini samband við, at hon ætlar sær niður á Handilsháskúlan í Århus at lesa HA eftir summarfrítíðina, og tí er hesin túrurin ein góð barlast at hava. Her fær hon høvi at síggja, hvussu virksemið hjá eini stórfyritøku úti í heimi fer fram.
Gunleyg hevur arbeitt hjá SNG í Føroyum. Hon vendi sær til stjóran og bað hann kanna møguleikan fyri at arbeiða í Japan eina tíð. Hetta varð fyriskipað, og nú er klárt at fara. Hon skal búgva á hotelli nær við skrivstovuna í Tokyo.
Hetta er ein risafyritøka, sum framleiðir meira enn samlaða bruttotjóðarúrtøkan hjá Føroyum. Arbeiðið hjá Gunnleyg fer fram á enskum, og tí skuldi ikki verið nakar trupulleiki við tí málsliga. Hon fer at arbeiða á tí deildini, ið tekur sær av tí evropeiska marknaðinum.

Stuðlar Brasil
Sum kunnugt er HM-endaspælið í Japan og Suður Korea í hesum døgum. Finalan verður spæld í Tokyo á Yokohama International Stadion sunnudagin, og Gunnleyg hevur longu fingið sær atgongumerki til finaluna. Hon vendi sær til FSF, ið hevði atgongumerki at selja henni, sum onkur hevði avbestilt.
? Eg vóni, at Brasil kemur í finaluna, tí eg haldi við teimum, sigur Gunnleyg. Tá blaðið fór til prentingar var ikki greitt, um tað verður Turkaland ella Brasil, sum skal møta Týsklandi í finaluni sunnudagin.
Eitt atgongumerki til finaluna er ikki bíligt. Atgongumerki hjá Gunnleyg kostaði 6.300 krónur, men hetta er kategori 1, sum er eitt av teimum góðu plássunum á leikvøllinum.
? Eg gleði meg ómetaliga nógv at fara, og tað verður óivað ein spennandi ferð, sigur Gunnleyg at enda.