Summarið - frídagar og upplivingar fyri øll
Nú summarið er byrjað, vil MBF heita á matstovur, kaffistovur, festivalar og tey, ið annars skipa fyri tiltøkum t.d. summarstevnum og ítróttartiltøkum at hugsa um, at menniskju eru ymisk og tí hava ymiskan tørv. Her eigur Strandfaraskip Landsins og Bygdaleiðir eisini røkja sín part. Hetta alt skal síggjast aftur í fyriskipan av umstøðum og atkomu, so øll hava møguleika at vera við.
Kort, ið gagna
MBF hevur seinastu árini arbeitt við at fáa fylgjaraskipan at virka og eisini at fáa eitt parkeringskort, ið kann nýtast uttanlands. Tí vilja vit gera vart við, at tað er í dag, at tú skalt hugsa um hetta, tí MBF skrivstovan skjótt fer í summarfrí.
Fylgjarakort
Fylgjarakortið hevur til endamáls at tryggja, at fólk, ið hava tørv á fylgjara, tá ið tey ferðast ella luttaka í ymiskum tiltøkum, hava rætt til at taka fylgjaran við sær, uttan at goldið verður ferðaseðil ella atgongumerkið fyri fylgjaran.
Á heimasíðu okkara mbf.fo finnur tú umsóknarblað til fylgjarakortið, og eisini ber til at skriva til mbf@mbf.fo og vit geva tær skjótt svar.
Fylgjarakort verður útflýggja fólki, ið bera brek, og sum orsakað av breki teirra hava tørv á at hava fylgjara við sær, tá ið tey ferðast ella fara til ymisk tiltøk. Tørvurin á fylgjara kann verða grundaður á bæði likamligt og sálarligt brek og er ikki treytaður av aldursmarki.
Støð, har kortið er galdandi, eru t.d. Norðurlandahúsið, Søvn Landsins, Listasavnið, Tjóðpallurin, Ítróttarsamband Føroya, Strandferðslan, Smyril Line og tiltøk, ið kommunurnar stuðla. Einastu støð har kortið ikki er galdandi er við Atlantic Airways og í biografunum.
Ábyrgdin hjá fylgjaranum er at vera saman við tí, sum ber brek, og geva honum smidliga hjálp, sum bæði fevnir um persónliga og praktiska hjálp og fylgi.
Parkeringskort
Um tú hevur parkeringskort, ið er útskrivað fyri 1. mars 2015, tá ið gomlu parkeringskortini fóru úr gildi, eigur nýtt at verða bílagt. Um gamla avlamiskortið enn verður nýtt, tá ið parkerað verður, kann bilførarin rokna við parkeringsbót.
Parkeringskortini, sum MBF gevur út fyri Akstovuna, kunnu nýtast í Danmark og øðrum útlondum.
Á heimasíðu okkara mbf.fo finnur tú umsóknarblað til parkeringskort, og eisini ber til at skriva til mbf@mbf.fo og vit geva tær skjótt svar.
Við hesum verður føroyingum ynskt eitt gott og atkomuligt summar.
Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum