Summarið er litríkt, glitrandi og ævintýrakent

Summarið er í hondum, og hvønn dag eru nýggj boð at finna frá heimsins mótagigantum. Her eru nøkur boð uppá hvussu tú kanst fylgja mótanum í summar á ein einfaldan hátt.

Prent um allan kroppin

Í summar skal tað snúgva seg um litir og prent av ymsum slag. Tú kanst lættliga lata teg í ein klædning við ógvusligum prenti ella kanska ein fótsíðan kjóla. Í øllum førum skalt tú ikki halda teg aftur, tá ið umræður prent og litir. 



“Diamonds are a girls best friend”

Í ár hevur bretska drotningin sokallað diamantjubileum, og tað hevur eisini merkt mótapallin. Diamantar eru nógv at síggja í summar. Tey flestu av okkum hava neyvan ráð til teir heilt stóru diamantarnar, men til alla lukku kunnu vit leita okkum gimsteinar av ymsum slagi fram. Í roynd og veru er einki mark fyri, hvussu nógvar og stórar gimsteinar ella diamantar tú kanst brúka, so í besta Marilyn Monroe stíli kanst tú lata teg forføra av diamantunum í summar. 


Sigandi buksur

Buksurnar skulu siga nakað um, hvør tú er. Sokallaðu “statement trousers” eru ógvuliga nógv at síggja í summar. Umframt at vera vakrar, eru hesar buksurnar eisini ógvuliga lekrar at vera í. 


Ævintýrtrend

Tann góða fe’in hevur funnið veg fram í mótamyndina í summar. Lat teg inspirera av blómum, blondum og gjøgnumskygdum kjólum. Hesin mótin krevur í stóran mun ljósar og mildar litir, og tað sama er galdandi fyri smyrslið, sum kann nýtast til hendan mótan. Ljós, glitrandi eygu hóska seg væl til ævintýratrendið 


Set eyguni í fokus

Vit hava sæð nógvar sterkar litir dominera innan smyrsl seinastu árini, men nú er tann svarti eygnapensilin aftur sera týdningarmikil at hava til summarið. Hesin svarti eygnapensilin skal nýtast til at seta eyguni í fokus og ramma tey inn. Tú kanst nýta hann, júst sum tær lystir, men “less is more” prinsippið er í stóran mun galdandi innan hetta rákið.