Nógv rok hevur verið um summarhúsøkið í Saksun, har eitt felag undir stovnan ætlaði at byggja 10 summarhús. Økið varð selt teimum, og tey høvdu eisini goldið fyri tað.
Men eftir nógv rumbul, varð málið tikið upp aftur fyrst á fíggjarnevndarfundi 17. februar og so aftur á býráðsfundi í gjárkvøldið.
Fíggjarnevndin mælti til at lýsa økið alment til sølu, og tað tók býráðið undir við í gjárkvøldið. Tað var tó ikki uttan orðadrátt. Átta av býráðslimunum atkvøddu fyri, meðan tveir býráðslimir atkvøddu ímóti. Tað vóru Vinjard Dam og Pól Niklái Thorkildshøj.
Pól Niklái Thorkildshøj hevði eitt broytingaruppskot um at steðga fyriliggjandi ætlan.
Hann vísti á, at fólkini í Saksun, har eru átta vaksin, hava púra greitt sagt, at ætlanin er óynskt.
Broytingaruppskotið varð tó felt á býráðsfundinum.
Býráðið samtykti eisini, at økið verður ikki sett til sølu fyrr enn endaliga niðurstøðan frá Yvirfriðingarnevndini er komin.
Økið, sum nú skal bjóðast út, er annars longu selt einum felag undir stovnan, sum nú er umboðað av John Henrik Holm í Vági. Sunda kommuna hevur fingið pengarnar fyri økið, sum er 4.500 fermetrar.
Økið er selt fyri 218.000 kr. Tað er prísurin sambært príslistanum fyri almenna jørð á plássum sum Saksun.
Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu, hevur sagt, at pengarnir, sum kommunan hevur fingið fyri jørðina í Saksun, verða goldnir aftur.