Leygardagin 21. juni er ætlanin at savna sunnudagsskúlabørn úr øllum landinum í Klaksvík. ”Summargleði” kallast dagurin, ið er ein festivalur fyri sunnudagsskúlar.
Summargleði verður hildið á økinum kring Skúlan á Ziskatrøð. Ein pallur verður í sjálvur skúlagarðinum, har ymiskar framførslur verða. Maria á Lakjuni, Barnakór úr Oasuni, Carlsen-familjan, klovnar og onnur fara at syngja og undirhalda. Eisini verður ein leikur um Nóa.
Í skúlagarðinum og á parkeringsøkinum verður ein long røð av aktivitetum – eitt nú djóragarður, hoppiborgir, føroysk barnaspøl, fótbóltskappingar og andlitsmáling.
Tað fer at kosta børnunm 50 krónur at sleppa inn á økið, har stórur partur av aktivitetum verða ókeypis.
- Ágóðin av tiltakinum fer óskerdur til at menna sunnudagsskúlaarbeiðið í Føroyum, og stuðul skal eisini latast Sat7Kids verkætlanini, sum sendur kristiligt barnasjónvarp í miðeystri, sigur Finn Johannesen, sum er ein av fyriskiparunum av degnum.
Meira fæst at vita um tiltakið á facebook-bólkinum "Summargleði".