Hósdagin 5. juli letur árliga summarframsýningin hjá Sofusi Poulsen upp í Smiðjuni í Lítluvík við nýggjum listaverkum.
Framsýningin umfatar millum 20 og 25 20 oljumálningar, har fleiri eru sonevndir plainair, sum eru málaðir úti í náttúruni, meðan nakrir eru málaðir í gallarínum hjá listamanninum. Myndevnini eru føroyska náttúran og ljósið. Framsýningin letur upp hósdagin klokkan 16 og heldur fram til og við mikudagin í komandi viku, allar dagar frá kl. 11-18.