Summarfrítíðin er avlýst

Mikukvøldið verður spælt í landskappingini, og fram til ólavsøku verður spælt í europeisku kappingunum

Fimtanda umfar í Betri deildini var í kvøld. Allir dystirnir vóru spældir uttan ein. Hann verður á nýggja graslíkinum á Vágseiði á jóansøku í annaðkvøld klokkan 18.30. Suðringar fáa vitjan av HB, sum hevur vunnið ellivu landskappingardystir á rað, og sum nú roynir eftir metinum hjá B36. Tað er trettan landskappingardystir á rað við fullari úrtøku. Tað metið setti B36 í 2001, tá ið árstalsfelagið við kós ímóti FM heitinum vann trettan landskappingardystir á rað.

 

Longu mikukvøldið verður farið undir fyrsta umfarið eftir summarsteðgin. Sambært skránni skuldu Víkingur og EB/Streymur í ólavsøkuumfarinum spæla í Sarpugerði. Nú er tann dysturin framskundaður til nú mikukvøldið. Hetta er orsaka av altjóða luttøkuni hjá Víkingi.

 

Fýra lið skulu næstu vikurnar spæla í europeisku kappingunum. Tey eru KÍ, NSÍ, B36 og Víkingur. Trý tey fyrstu skulu spæla í Europa liguni, meðan Víkingur skal spæla í Champions League.

 

KÍ fer av landinum leygarmorgunin. Kósin verður ímóti Malta, har mótstøðuliðið hósdagin verður Birkirkara. Heimadyturin hjá KÍ verður eina viku seinni – hósdagin fimta juli.

Sama dag, sum KÍ fer at spæla á Malta, hósdagin 28. juni, eigur B36 heimavøll ímóti St Josep`s FC úr Gibraltar.

Mikudagin fjórða juli fer B36 at spæla í Gibraltar.

 

NSÍ fer hósdagin tólvta juli at spæla á útivølli í Skotlandi ímóti Hibernian. NSÍ fer at spæla á heimavølli hósdagin nítjanda juli.

 

Víkingur fer at spæla í europeisku meistarakappingini ímóti HJK Helsinki. Víkingur fer at spæla í Finnlandi mándagin níggjunda juli og á heimavølli mánadagin sekstanda juli.

 

Á ólavsøku verður farið undir aftur landskappingina.

Fríggjakvøldið 27. juli KÍ – Skála og AB – Suðringar.

Leygardagin 28. juli – ólavsøkuaftan – HB – NSÍ.

Sunnudagin 29. juli – ólavsøkudag – B36 – 07 Vestur.

 

15. umfar

EB/Streymur – KÍ 0-1 (0-0)

0-1: Boris Dosljak 53.

 

Skála – NSÍ 1-1 (0-0)

0-1: Petur Knudsen 89.

1-1: Pætur Dam Jacobsen 94.

 

07 Vestur – Víkingur 0-1 (0-0)

0-1: Sølvi Vatnhamar br 65.

 

AB – B36 1-4 (0-4)

0-1: Kaimar Saag 17.

0-2: Robert Heðin Brockie 20.

0-3: Lukasz Cieslewicz br 39.

0-4: Kaimar Saag 43.

1-4: Bárður Olsen 79.

 

Leygardagin

Suðringar - HB

 

HB

14

12

1

1

27

9

37

15

11

2

2

27

10

35

B36

15

9

1

5

32

20

28

NSÍ

15

8

3

4

32

15

27

Víkingur

15

8

2

5

23

18

26

Skála

15

5

3

7

14

20

18

EB/Streymur

15

4

5

6

17

18

17

Suðringar

14

3

2

9

11

23

11

AB

15

2

2

11

8

32

8

07 Vestur

15

1

1

13

13

39

4