Summarfestivalurin væl koyrandi

Tíðindaskriv

Samstarvsavtala er gjørd millum Summarfestivalin í Klaksvík og P/F Ivan Johansen Bilar.


Avtalan hevur m.a við sær at fyrireikararnir koyra í einum Chrysler PT Crusier, sum er bæði sjónligur og eitt snið til tann, ið vil eitt sindur meira enn “bert” ein vanligan bil, sigur sølustjórin hjá P/F Ivan Johansen Bilum, Pauli Waag, ið er væl nøgdur við samstarvið “Vit hava eitt breitt úrval av bilum, sum vit kunnu bjóða fram. Bilar sum eru praktiskir og bæði nøkta kravið til góðsku og koyrieginleikar.


Chrysler PT Crusier er so bilurin, sum verður nýttur í fyrireikingartíðarskeiðnum. Annars verður flutningstørvurin nøktaður, so hvørt sum festivalurin nærkast, og meðan festivalurin er, sigur Pauli Waag, sum leggur afturat at samstarvið millum Summarfestivalin og P/F Ivan Johansen Bilar er ein góð avtala fyri báðar partar, tí greitt er, at mongu gestirnir skulu flytast aftur og fram, og tað er ikki uttan treytir og trygd


Partarnir eru samdir um at samstarvið við Summarfestivalin í ár skal verða støði undir framhaldandi samstarvi.