Summarfestivalurin víðkar økið og økir atgongumerkjatalið

Nú sleppa ikki bert 5000, men heili 7000 fólk á Summar Festivalin í Klaksvík. Og sjálvt festivaløkið verður nú eisini víðkað og røkkur heilt niðan undir fótbóltsvøllin. Øll tey 5000 upprunaligu atgongumerkini eru seld, men við víðkingini eru nú eini 1500 atgongumerkir eftir

Stóri áhugin fyri Summar Festivalinum hevur fingið fyrireikarar og myndugleikar í Klaksvík at taka saman tøk, so festivalurin nú verður víðkaður.
Økið verður víðkað og nú ber aftur til at fáa atgongumerkir til festivalin, sum annars hevur verið útseldur. Markið var 5000 fólk. Komið var uppá eini 5500 fólk við hjálparfólkum og øðrum, men við víðkingini sleppa nú 7000 fólk á Summar Festivalin og tí eru nú aftur eini 1500 atgongumerki tøk. Hesi verða seld í forsølu til og við fríggjadegnum og annars við dyrnar.
 
Dupult so stórur
Við víðkingini verður festivalurin dupult so stórur, sum í fjør, tá eini 4000 fólk leitaðu sær til Klaksvíkar. Festivaløkið røkkur nú heilt niðan undir fótbóltskýlið. Har verður eisini reist eitt 1000 fermetra stórt tjald, har sonevndi Flags-pallurin verður. Hesin er ein av trimum  pallum. Hinir eru Silva pallurin og Stóri Pallurin.
Klaksvíkar Kommuna hevur tikið sær væl av Vágsbø og økinum annars, har festivalurin skal haldast, og hetta fegnast fyrireikararnir um.
- Vit hava roynt at funnið eina loysn, nú áhugin fyri festivalinum er so stórur, og nú er so funnið fram til eina góða loysn, metir Steintór Rasmussen, fyrireikari.
Og eisini borgarstjórin í Klaksvík fegnast.
Summarfestivalurin er eitt spennandi tiltak fyri Klaksvíkina og setir Klaksvíkina á heimskortið. Vit vilja gera alt fyri, at býurin er klárur til festivalin og at festivaløkið er klárt, stórt og gott, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri.
Mikudagin hittust fyrireikarar, borgarstjóri og løgreglan umboðandi myndugleikarnar, mitt í Klaksvík og kundu teir fegnast teir um, at teir í felag hava funnið eina loysn, so Summar Festivalurin nú kann loyva 2000 fólkum afturat á festivalin og harvið nøkta tann stóra eftirspurning, ið hevur verið eftir atgongumerkjum.