Summarfestivalurin er eins og flest allir aðrir føroyskir festivalar og tiltøk á myspace, og í hesum døgum skipar festivalurin fyri kapping um tvey vikuskiftispass á myspace síðu síni. Vikuskiftispassini verða lutað út til vinir hjá festivalinum á myspace. Tað eina passið verður givið til fólk, ið longu eru vinir hjá festivalinum, meðan tað seinna verður lutað út til onkrarn av teimum, sum eru vorðin vinir hjá Summarfestivalinum, eftir at kappingin fór í gongd.
Vinnararnir verða kunngjørdir á MySpace.com/summarfestivalur týsdagin 15. juni.
Fyri at gerast vinur skalt tú sjálvur hava ein myspace profil, hesir fáast á myspace.com. Síðan fert tú inn á síðuna MySpace.com/summarfestivalur og velur add to friends.
Á skránni fyri Summarfestivalin eru Scorpions, Kim Wilde, Bryan Rice, Hanus Johansen, Páll Finnur Páll, Eyðun Nolsøe, Týr, The Dreams og Jógvan Hansen við X-Factor bólkinum.