SummarFestivalurin fyri tað mesta gott veður

Sum sær út nú, fáa føroyingar tveir frálíkar dagar í Klaksvík hósdag og fríggjadag, meðan leygardagurin verður nakað verri, tó leygarkvøldið eftir klokkan 19.00 verður av tí allarbesta.

Nú er SummarFestivalurin skjótt á skránni, og í skrivandi stund sigur veðurstovan yr.no, at veðrið verður gott hósdag og fríggjadag, meðan leygardagurin er heldur ivasamur. 

SummarFestivalurin stendur fyri framman, og hóast nakrir dagar eru til vikuskiftið, og veðurforsagnirnar tí helst kunnu broytast, sær út til, at dagarnir vera misjavnir. 

 

Veðrið hósdagin sær ógvuliga gott út. Tað verður stilt, millum 1 og 4 m/s, meðan tað so at siga ikki fer at regna. 

 

Veðrið fríggjadagin er eisini gott. Millum 2 og 5 m/s, og púra turt. 

 

Leygardagurin er nakað verri. Hóast tað verður stilt, so er vandi fyri, at tað fer at regna frá morgunstundini og fram til klokkan 19.00 um kvøldið. Men frá klokkan 19.00 verður turt og stilt.  

 

Enn eru tó nakrir dagar til, og tískil kann veðurforsøgnin enn broytast. Men sum sær út nú, fáa føroyingar tveir frálíkar dagar í Klaksvík hósdag og fríggjadag, meðan leygardagurin verður nakað verri, tó leygarkvøldið eftir klokkan 19.00 verður av tí allarbesta.