SummarFestivalurin byrjar forsøluna

Fyrstu atgongumerkini til Summar Festivalin 2010 eru í dag sett til sølu. Summar Festivalurin verður hildin aftur í døgunum frá 5. til 7. august 2010. Festivalurin í Klaksvík, sum er blivin størsta tónleikatiltak í landinum, bjóðar tónleik og undirhald frá kendum útlendskum bólkum og tí besta úr Føroyum.

 

Í dag verða fyrstu atgongumerkini til Summar Festivalin sett til sølu.

 

Forsølan verður á eini nýggjari online-skipan, sum fyritøkan Admind hevur ment til Summar Festivalin.