Summarfestivalurin: Tað var klaksvíksdaman, Herborg Hansen, ið fekk heiðurin at byrja Summarfestivalin 2013. Hon spældi kl. 19.30 á lítla palli við síðuna av Eik. Nakað av fólki var savnað, men tað merktist, at festivalurin júst var byrjaður.
Upprunaliga skuldi Lindi skjóta festivalin í gongd, men hann mátti bera seg undan.
Fólk legst alsamt aftrat. Longu tá næsta konsertin var á skránni við Danny and the Veetos, var nógv fleiri fólk at síggja. Tað er nakað kølið, men tað er turt.
Um lítlan tíma fer høvuðsnavnið á Summarfestivalinum á pall. Talan er sjálvsagt um Mika, sum eigur eina rúgvu av altjóða hittum so sum Grace Kelly, Lollypop og Blame it on the Girls.