Í dag er veitslulag á Býlingshúsinum á Ternuryggi, tí fleiri barnagarðar eru savnaðir til ein hugnaligan dag. Á skránni er ein rúgva av hendingum. Longu klokkan 10 í morgun varð skipað fyri konsert, og sera gott lag var á børnunum. Eftir konsertina fingu børnini ein bita úr pylsuvogninum, og aftaná tað komu klovnar í barnagarðin at gera stuttligar ballónir.
Seinni um dagin komu dansigentur framvið og dansaðu saman við børnunum.
Seinast á skránni vóru foreldrini boðin við, tí býlingshúsið á Ternuryggi hevur 21 ára føðingardag sunnudagin, og hann verður hátíðarhildin í dag.