Summardáar

Heine Hestoy er ein av teimum fáu í Føroyum, sum hevur skrivað ungdómsbøkur.

Bókin Summardáar kom út á fyrsta sinni í 1995 og hevur leingi verið útseld. Hóast tólv ár eru liðin, síðani bókin kom út, hevur hon verið nógv lisin, serliga í skúlunum. Tí hevur Bókadeildin gjørt av at geva hana út aftur.

Søgan er um kærleika og sjalusi, og um hvussu nógv alt kann broytast, tá ið tú hevur verið leingi til skips og følir teg fremmandan, tá tú kemur heim.

Heine Hestoy, sum sjálvur hevur siglt, síðan hann var blaðungur, dugir væl at lýsa lívið umborð á báti, og hvussu tað er at vera ungur og óroyndur millum vaksnar menn.