Summaransing í Sunda kommunu

Í ár verður tað Dagstovnurin á Flatinum á Oyrarbakka, sum fer at hava opið í summar.

 

Aftur í ár skipar Sunda kommuna fyri, at ein av dagstovnunum í kommununi er opin í vanligu summarfrítíðini, soleiðis at tey foreldur, sum eru til arbeiðis í hesum tíðarskeiði, kunnu fáa síni børn ansaði.

 

Tað veit Sunda kommuna at siga í kvøld.

 

Upplýst verður, at tað í ár verður Dagstovnurin á Flatinum á Oyrarbakka, sum fer at verða opin í summar.

- Tey foreldur, sum hava tørv á summaransing, avtala nærri við sín dagstovn, har børn teirra eru innskrivaði, og samstundis verður avtalað, nær børn teirra í staðin halda frí.

Sunda kommuna vísir á, at royndirnar seinasta summar vístu, at tað ikki ber til hjá øllum foreldrum at halda frí, hóast hásummar er.

 

Tað er tí so sjálvsagt, at ansingartørvurin eisini skal nøktast tá, sigur kommunan.