NÚ ringja so ávaringarklokkurnar her heima. Ella rættari - tað er formaðurin í teirri donsku ráðgevandi nevndini viðvíkjandi Føroyum, sum ger vart við støðuna, sum hann heldur er vandamikil. Hann heldur, at tiltøk av onkrum slag eiga at verða sett í verk fyri at køla niður ta upphiting, sum er í gongd.
FÍGGJARMÁLARÁÐHARRI okkara er ikki samdur við honum í hesum. Við útvarpið og Sosialin sigur hann, at her er eingin vandi á ferð enn, men um ferðin í búskapin heldur fram, verður neyðugt at gera okkurt seinni í ár.
FÓLKAFLOKKURIN hevur longu gjørt vart við, at skatturin eigur at lækkast, men hetta kemur neyvan upp á tal og so ikki við Karsten Hansen sum fíggjarmálaráðharra. So skjýtur fólkaflokkurin upp at tvinga fólk til at gera eina eftirlønaruppsparing. Hvat tjóðveldið sigur til hetta fáa vit so at síggja.
TINGIÐ er ikki saman í løtuni og fólk eru í summarfrí. Tvs. at hetta er ikki tíðin til eitt gevandi og konstruktivt orðaskifti um hetta álvarsmál. Tað er spell, tí tað er her og nú, at politikarar, vinnulívsfólk og onnur eiga at fylgja við og gera vart við seg. Hetta kann gerast ov seint í heyst. Áhugavert er at frætta, hvat samgongan fer at gera við hetta málið - ella um hon bara letur til standa og tekur tað til viðgerðar, tá yvirupphitingin longu er farin fram. Tá kann tað gerast ov seint at bøta um óhepnu avleiðingarnar av yvirupphitaða búskapinum. Hóast summarfrítíð og tingið ikki er saman, so koma bløðini tó framvegis út, og skal tað vera vón, at politikarar, vinnulívsfólk oo. brúka fjølmiðlarnar til at viðgera hetta so stóra álvarsmálið. Tað má ikki sleppast við Arne Larsen og Karsten Hansen. Landsstýrið hevur eina álvarsliga uppgávu at taka sær av.