Seinni í summar, ella væntandi í august, verða kommunulæknaviðurskiftini í Tórshavnar Kommunu, fingin í rættlag.
Tað var niðurstøðan á býráðsfundi í Havn hóskvøldið.
Í løtuni eru 13 kommunulæknar í Tórshavnar Kommunu, men allir arbeiða ikki fulla tíð, so tað svarar til 12 fulltíðarstørv.
Hinvegin hevur Løgtingið sett pengar av til tveir læknar afturat, men tað hevur kortini ikki borið til at seta fleiri kommunulæknar, tí eingi høli hava verið tøk.
Hesa seinastu tíðina hevur býráðið tískil arbeitt við at innrætta høli til fimm læknar í Kirkjustræti í Hoyvík og tey hølini verða væntandi klár at taka í nýtslu í summar, ella í august.
At peningur er játtaður til tveir kommunulæknar afturat, merkir kortini bara, at ein nýggjur lækni verður settur starv, men hinvegin arbeiða teir fýra læknarnir í Miðlon, ikki fulla tíð, men tað fara teir nú at gera, og tað svarar til eitt heilt starv.
Sostatt verða tað tilsamans 14 kommunulæknar í føstum starvi í Tórshavnar Kommunu.
Men tað merkir so afturfyri, at tað er bara pláss fyri trimum læknum í Miðlon. Sostatt skal ein kommunulækni flytast úr Miðlon, samstundis sum at læknarnir í hølunum á Frúutrøð skulu flytast, tí tey hølini eru ikki nøktandi at arbeiða í.
So tá ið læknahølini í Kirkjustræti eru tøk, verða fimm kommunulæknar har, ein kommunulækni verður í Berjabrekku, fýra verða í Gundadali, tríggir í Miðlon og ein í Kollafirði. Harumframt verður eisini pláss fyri kostráðgevarum í hølunum í Berjabrekku.
Og tá skuldi kommunulæknaviðurskiftini verið komin í rættlag, í hvussu so er í fyrstu atløgu.
Anfinn Brekkstein mælir býráðnum til at byggja miðstøðir til kommunulæknar, heldur enn at leiga høli, tí nú hópa leigumálini seg av álvara upp.
Men Bergun Kass sigur, at tann spurningurin hevur verið lagdur á ís, tí Heilsumálaráðið hevur leingi tosað um at Landsmyndugleikarnir skulu yvirtaka øll viðurskifti hjá kommunulæknunum, tó at enn er einki hent.
Tað heldur Helena Dam á Neystabø, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, er ein løgin grundgeving, til hetta merkir í roynd og veru at býráðið aftrar seg við at taka sína ábyrgd á seg.
Annika Olsen, borgarstjóri, vísir á, at tað hava verið 3000 havnarfólk, sum ongan fastan kommunulækna hava havt, og tí var tað bráðneyðugt at fáa fleiri læknar.
Samstundis er tað ómetaliga dýrt at byggja, eitt nú fer kommunan nú at byggja umlættingar- og endurvenjingardepil fyri 41.000 krónur fermeturin, og tað er eisin ein grund til, at býráðið hveppir seg við at byggja, sigur borgarstjórin.