Summar Festivalurin verður 6. til 8. august

Summar Festivalurin 2020 verður hildin fyrst í augustmánaðí komandi ár. Hesum boðar festivalurin frá í tíðindaskrivi.

– Summar Festivalurin nummar 17 í røðini verður hildin í Klaksvík dagarnar 6. til 8. august 2020. Aftur hesaferð fer Summar Festivalurin at bjóða kend altjóða tónleikanøvn og eitt vakurt og spennandi føroyskt blómutyssi av bólkum og sangarum, skrivar festialurin, sum leggur aftuarat, at forsølan til Summar Festivalin 2020 er byrjað.