Summar Festivalurin hevur í dag fingið nýtt andlit á internetinum Heimasíðan hjá Summar Festivalinum, sum hevur tænt væl á teimum undanfarnu fimm festivalunum, er nú skift út við eina nýggja heimasíðu.
Nýggja heimasíðan er ljósari enn tann gamla, og summarsligu litirnir og festivalhýrurin seta sín dám á nýggja sniðið. Tað er Cre8, sum hevur gjørt nýggju heimasíðuna fyri Summar Festivalin.
Á heimasíðuni hjá Summar Festivalinum ber til at lesa um bólkarnar, sum fara at spæla á ársins festivali, praktiskar upplýsingar um atgongumerki, gisting, camping og annað finnist eisini á síðuni, og so ber til at stytta sær um stundir við myndum frá undanfarnum festivalum og við videobrotum.
Heimasíðan hjá Summar Festivalinum hevur adressuna www.sf.fo