Summar Festivalurin: 17 ára gamla Victoria leggur fyri

– Hetta er nýtt fyri meg, og eg eri sera spent, sigur unga songkvinnan


17 ára gamla songkvinnan, Victoria á Lakjuni, hevur fingið heiðurin at leggja fyri sum tann fyrsti sangarin á ársins Summar Festivali. 

Hóast hon hevur fingist við tónleik síðan hon var smágenta, er lokala songrøddin framvegis eitt nýtt navn í føroyskum tónleiki.

Síðani hennara útgáva av jólasanginum Mary Did You Know bleiv nógv spælt í Útvarpinum fyrraárið, er hon vorðin kend sum songkvinna. Higartil hevur hon havt einstakar almennar framførslur saman við stórasystrini, Evy á Lakjuni, og er tað ikki hissini uppliving, sum nú stendur fyri durum.

Um 2 tímar trínur hon á pall á landsins størsta tónleikatiltaki fyri fyrstu ferð.

– Eg havi verið á Summar Festivalinum at kalla hvørt ár, so hetta er sera spennandi og nýtt fyri meg. Eg havi eitt sindur av nervum, men tað man fara at ganga, sigur Victoria á Lakjuni flennandi.

Aftrat sær á pallin hevur hon Pætur Gerðalíð á trummum, Benjamin Djurhuus á gittara og David Simonsen á bass. Og harumframt fer stórasystirin, Evy á Lakjuni, at spæla klaver.

Ætlar at halda fram við tónleikinum

Victoria á Lakjuni gleðir seg eisini at hoyra hini nøvnini, sum vera at hoyra á ársins Summar Festivali.

– Eg haldi, at skráin er góð. Eg eri serliga spent at hoyra Rasmus Seebach, og Nico & Vinz hava eisini nógv góð løg. Eisini skal eg hoyra fleiri føroysk nøvn sum Grandma’s Basement og Dynamit.

Victoria á Lakjuni og bólkur hennara fara at framføra kendar poppsangir, eitt nú hjá Adele, Lady Gaga, Billie Eilish og Alicia Keys. Lagt er upp til, at huglagið verður hugnaligt, sigur hon.

– Vit rokna við, at vit fara at hava tað stuttligt á pallinum. Vit hava vant nógv, og nú vóna vit bara, at nógv fólk kemur at lurta.

Hon plagar at syngja kendar poppsangir, men eisini ætlar hon sær at syngja egin løg í framtíðini. Í øllum førum fer hon at halda fram at fáast við tónleik, sigur hon.

Victoria á Lakjuni verður at hoyra í Tjaldinum í kvøld klokkan 19.

Sjónbandalagið hjá Victoriu á Lakjuna, við vøkru framførsluni av jólasanginum Mary Did You Know, sæst HER.