Hvønn hósdag fram til festivalurin verður í Klaksvík mitt í august mánaði, fer Rás 2 at senda eina upplýsandi og undirhaldandi sending um Summar Festivalin.
Sendingin verður ein tíma til longdar hvørja ferð, og í sendingini verður greitt frá øllum tí, sum verður á skránni á festivalinum.
Tosað verður um og við bólkarnar og solistarnar, sum skulu spæla, tónleikur hjá festivalbólkunum verður at hoyra, og fyrireikararnir fara eisini at greiða frá ymiskum.
Summar Festivalurin verður í Klaksvík í døgunum frá 12. til 15. august, og konsertir verða bæði inni og úti. Úr útlondum koma nøvn sum Ken Hensley, Boney M, Gunnar Mikkelsen og Kjell Samuelson, og millum tey føroysku nøvnini eru Frændur, Hanus G. Johansen, Guðrun Sólja Jacobsen, Hjarnar og Sigrid Rasmussen.
Sendingin um Summar Festivalin verður á Rás 2 hvønn hósdag klokkan 17.00, og vertur fyri sendingini verður Martin Kjærbo.










