Sumbingar standa uttan venjara

Fótbóltur: Samstarvið millum Sumbiar Ítróttarfelag og Birgir Jørgensen helt uppat fyrr í vikuni. Nýggi formaðurin í felagnum, Petra Joensen, sigur, at enn er venjaraspurningurin ikki loystur

Tað er eingin loyna, at ikki alt hevur verið sól og summar í Sumba í kappingini í ár. Millum annað kom tað dátt við hjá mongum, tá tað kom fram, at veteranurin Marlon Kjærbo takkaði fyri seg á besta mansliðnum eftir innanhýsis ósemju.

Ítróttarliga hevur tað heldur ikki gingið so væl hjá sumbingum, og mánadagin endaði samstarvið millum Sumbiar Ítróttarfelag og venjaran Birgir Jørgensen.

Petra Joensen, ið so seint sum hóskvøldið bleiv nýggjur formaður í felagnum fyri Jacob Poulsen, sigur við ítróttarsosialin, at tað vóru ymsar orsøkir til, at samstarvið millum felagið og venjaran helt uppat, men at tað var eftir viljanum hjá báðum pørtum.

Sumba hevur enn ikki fingið nýggjan venjara fyri Birgir Jørgensen, sum eisini er givin sum spælari.

Nýggi formaðurin sigur, at venjaraspurningurin ikki er loystur enn.

Petra Joensen er spildurnýggj í nevndini hjá Sumbiar Ítróttarfelag. Hon hevur búð uttanlands í nøkur ár, men hevur í ár tikið sær av roknskapinum hjá felagnum.

Hon sigur, at tað er ein spennandi uppgáva, hon hevur fingið, og at hon fer at royna at reka áhugamálini hjá limunum so væl sum gjørligt.

1. mansliðið hjá sumbingum skal í morgin royna at fáa síni fyrstu stig í kappingini, tá KÍ vitjar á Krossinum. Allir menninir skuldu verið klárir, men at uppgávan neyvan verður løtt, er einki at taka seg aftur í.

Klaksvíkingar hava stórar ætlanir í ár, og sum partur av teimum ætlanunum er, at teir fáa trý stig við sær aftur úr Sumba í morgin.

KÍ er eitt av teimum fýra liðunum, sum liggja ovast við 13 stigum, og harumframt eru norðoyingarnir eisini komnir í finaluna um løgmanssteypið. So enn gongur eftir ætlan hjá felagnum, sum fyllir 95 seinni í ár.

KÍ hevði bert ein mann við á landsliðnum, og var tað John Hansen. Hann fekk heldur ikki nógva spælitíð, og tí skuldu klaksvíkingar ? allir eru tøkir ? verið heilt væl fyri til dystin, sum teir í fjør vunnu 5-2. Øll málini komu ta ferðina í seinna hálvleiki.