Sumbingar hava fingið ein lítlan luksustrupulleika at dragast við. Og tað er, at talið á børnum í bygdini er økt so nógv hesi seinastu árini, at børnini, sum ganga í dagrøkt, mátti flytast úr skúlanum.
Sostatt hevur kommununan nú innrætta teimum nýggj høli í húsinum, sum stendur við fótbóltsvøllin í Sumba, og har liðini, sum sparkaðu, plagdi at skifta.
Tað er á Krossinum, oman fyri bygdina, og nú er dagrøktin niðan. Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri, sigur, at tey, sum varða av dagrøktini, siga, at tey eru væl nøgd við nýggju umstøðurnar.
Dagrøktin hevur annars hildið til í skúlanum, men økta talið á børnum hevur eisini ført við sær, at skúlin fór at fyllast, og tískil mátti dagrøktin flyta.
Skúlin í Sumba varð annars nógv útbygdur fyri nøkrum árum síðani, og tað skerst ikki burtur, at tað var ein ávís mótstøða var ímóti tí av tí, at tað vóru so fá skúlabørn, og tað vóru eingin tekin um, at broyting fór at koma í.
Men skúlin varð útbygdur, og nú er hann so fullur, at brúk er fyri øllum stovum til skúla og tískil mátti dagrøktin flyta.
Eyðbjørn Thomsen sigur, at fyri einum tíggju árum síðani vóru 11-12 skúlabørn í Sumba, men nú eru tey 35 í tali.
Børnini ganga í skúla í Sumba frá 1.-7. flokk, men so fara tey til Vágs at ganga í framhaldsdeild.
Borgarstjórin sigur, at næsta ár fara fimm børn úr skúlanum, men seks byrja aftur í fyrsta flokki og í 2021 fara fýra børn úr skúlanum, men sjey byrja aftur í fyrsta flokki.
Sostatt fer talið á skúlabørnum at veksa nakað afturat hesi næstu árini, leggur hann afturat og um tvey ár verða eini 40 skúlabørn í Sumba og so nógv børn í skúlaldri hava ikki verið í Sumba í eitt mannaminni.
Samstundis eru eru 28 børn í dagrøktini, sum sostatt er fyri børn undir skúlaaldri.
Økta barnatalið er eitt úrslit av at fólkatalið í bygdini eisini er vaksið. Fyri nøkrum árum síðani vóru eini 340 fólk í Sumbiar kommunu, har stívliga 240 búði í sjálvum Sumba. Men nú eru eini sløk 370 fólk í Sumbiar kommunu, har stívliga 260 býgva í Sumba.
Annars fevnir kommunan eisini um Lopra, akrar og so Víkarbyrgi, sum varð avtoftað fyri einum tíggju árum síðani.
Nógv av teimum, sum eru løgst afturat, eru ungar familjur, sum hava verið fingið børn
Sumbiar Kommuna hevur samstarvað við Tvøroyrar Kommunu um dagrøktina og tey hava havt felags leiðara.
men nú barnagarðurin á Tvøroyri verður bygdur út, er dagrøktin har niðurløgd, so nú eru sumbingar einsamallir um dagrøktina.
Men tað merkir so eisini at tey fara at seta ein leiðara fyri dagrøktina og tað verður væntandi um ársskiftið, sigur Eyðbjørn Thomsen.