2. deild
Ein dystur varð leiktur í aðru deild sunnudagin, tá Sumba heima á Krossinum tók ímóti B71. Júst hesi bæði feløgini mundu vera millum teirra, sum vórðu havd á munni, tá tosast skuldi um kandidatar til uppflyting, men í ár hevur tað so bert verið Sumba, sum hevur livað upp til hetta heitið.
Og tað var eisini sjón fyri søgn sunnudagin, at tað vóru teir á heimaliðnum, sum vóru betri fyri. Nógvi vindurin gjørdi sítt til, at tað bar illa til at fáa nakað veruligt fótbóltsspæl fram, men serliga í fyrra hálvleiki, tá teir høvdu vindin undan, royndu sumbingar at trýsta mótstøðumenninar.
Og hetta gav eisini úrslit. Vindurin viðførdi ofta, at spælið varð kroyst oman móti sandoyarmálinum, og ta einu ferðina førdi trunkaspælið her við sær, at Karl Lisberg fekk skot á, og so stóoð 1-0.
Seinna umfarið vóru tað sandoyingarnir, sum høvdu vindin undan, men teir megnaðu sjáldan at seta eins stórt trýst á, sum vertirnir høvdu megnað tað. Tó so, onkran møguleika høvdu teir, og ivaleyst iðrar Eli Hentze seg um, at skotið ikki var fáar sentimetrar beinari, tá hann meddaði á stongina.
Og móti dystarenda fall revsingin fyri vantandi úrtøkuna. René Thomsen fekk bóltin eftir innkast, og tá hann smekkaði hart og flatt innfyri málið, var verjuleikari á heimaliðnum somikið óheppin, at hann beindi bóltin í málið, og so var alt avgjørt.
Iðra seg
Við sigrinum syrgdu sumbingar fyri, at teir enn halda fast í silvurstríðnum, har teir í løtuni eru tvey stig frammanfyri TB, sum hinvegin eigur ein dyst til góðar.
Men tað er einki at taka seg aftur, at sumbingar iðra seg um, at tað ikki hevur eydnast at fáa betri úrtøku enn tað sama í fleiri dystum í ár. Serliga á heimavølli hevur gingið striltið at fáa úrtøku burtur úr málmøguleikunum, og eitt nú vóru bæði tvøramenn og fuglfirðingar væl nøgdir um, at tað eydnaðist at fáa stig við sær av Krossinum. Stig, sum fyri Sumba kundu ført við sær, at silvurið hevði verið mest sum tryggjað. Fyri ikki at tosa um dystin móti LÍF fyri viku síðani, tá sumbingar tveittu eina tvey mála stóra leiðslu burtur.
Hjá sandoyingum verður tað so ikki í ár, at uppflyting kemur upp á tal. Heldur tvørtur ímóti,tí í verandi støðu kann liðið als ikki kenna seg heilt trygt. LÍF fór við sínum sigri leygardagin upp um sandoyingar, og tó at beinleiðis niðurflyting neyvan kemur upp á tal, so man tað vera lítið hugaligt at spæla fyri lívinum í deildini, tá ætlanin var at spæla um rættin fyri uppflyting.
Dysturin í tølum
Sumba-B71 2-0 (1-0)
1-0: Karl Lisberg
2-0: sjálvmál