Áðrenn hetta árið er úti verða kanningarnar lidnar, sum skulu vísa, um til ber at veita øllum borgarunum í Sumbiar kommunu vatn úr Sumbiarbergholinum.
Tað eru nú, nøkur ár síðani borgararnar í Lopra og Økrum, fingu vatnið úr bergholinum. Landsverk er nú í ferð við at gera nýggjar mátingar yvir hvussu nógv vatn kemur úr bergholinum,. Hetta er krav frá almennu myndugleikunum sum vil hava hesar nýggju mátingarnar gjørdar, áðrenn endalig loyvi vera givin kommununi.
- Vit hava fingið upplýst frá Landsverk, at hesar nýggju mátingarnar vera lidnar síðst í desember 2011, verður sagt á heimasíðuni hjá kommununi.
Kommunan fer í holt við at leggja vatnveiting úr Sumbiarbergholinum til Sumbiar, so skjótt neyðug loyvir eru fingin til vega. Tey vita tí heldur ikki at siga,t siga nær borgararnir í Sumba kunnu vanta, at vatn úr Sumbiarbergholinum kemur at renna úr teirra kranum.
Íløgan vil kosta umleið tvær milliónir krónur. Í hesum sambandi verður kommunan noydd til at upptaka lán.