Sumbingar fáa 800.000 krónur

Sumbiar Kommuna fær nú 800.000 krónur í stuðuli frá landinum til at gera bakkaverjuna aftur fyri.

Tað ætlar Kári P. Højgaaard, landsstýrismaður í innlendismálum.

Sumba er brimpláss burturav og ígjøgnum øldir er máðað burtur av bakkanum, so at hann er komin longur og longur niðan ímóti bygdini.

Fyri at forða fyri at meiri varð máðað burturav, fóru sumbingar fyri nøkrum árum síðani at stoypa eina verju framvið bakkanum.

Landið stuðlaði ætlanini við 300.000 krónur um árið í eini fimm ár, tí mett varð, at hetta hevði yvirskipaðan týdning fyri alt samfelagið við tað, at endamálið var at forða fyri, at Føroya land minkaði alsamt.

Men í einum brimi í vetur brotnaðu einir 30 metrar av bakkaverjuni.

Mett er, at undirlendið innanfyri bakkaverjuna hevur ikki verið nóg trygt og avleiðingin av tí var, at brimið kom inn um bakkaerjuna og sprongdi 30 metrar av henni burturúr, oman í mølina.

Mett verður, at skaðin kostar einar 800.000 krónur at gera aftur og nú hevur Kári P. Højgaard sent fíggjarmálaráðnum umbøn um at fáa 800.000 krónur til endamálið.

Hann hevur eina játtan upp á góðar fýra milliónir til ábøtur á havnir og lendingar og ætlanin er, at peningurin skal takast av teirri kontuni.

Kári P. Højgaard metir, at talan er um eina serstøðu og at tað hevur skund at umvæla skaðan.

- Kemur eitt brim aftur, er vandi fyri, at nógv meiri av bakkaverjuni afturat brotnar niður og so verður skaðin nógvar ferðir størri, sigur hann.

Onnur myndin er av tí partinum av bakkaverjuni, sum er farin og hin myndin er av bakkaverjuni, sum hon annars sær út.