Emil L. Jacobsen
Um vit hyggja at stigatalvuni, kemur tað ikki so dátt við, at GÍ á heimavølli vann stórsigur 7-2 á Sumba. Tey vóru helst eisini fá, sum høvdu roknað við, at sumbingar kundu gera nakað við GÍ í Gøtu, ikki minst tí GÍ í fjør vann henda dystin 11-1.
Men úrslitið 7-2 snýtir eitt sindur, tí munurin á liðunum var ikki so stórur, sum úrslitið sigur. Útiliðið hevði eina rúgvu av góðum møguleikum, men teir megnaðu ikki at umseta teir til mál ? og gert tú ikki tað, vinnur tú ikki.
Hinvegin vóru gøtumenn, sum byrjaðu við Henningi Jarnskor og Sámali Joensen heilt frammi (Sasha er framvegis skaddur), effektivir, og teir fingu hol á longu í fyrsta álopinum. Súni Olsen fekk eitt fríspark, sum Pauli Jarnskor sendi innfyri, og har var Sámal Joensen hægstur og setti høvdið á.
Ein sjokkbyrjan, og hetta skuldi komið væl við hjá teimum á heimaliðnum, sum ikki hava verið av teimum raskastu til at skjóta mál higartil í ár.
Men spælið hjá GÍ er framvegis ikki nóg gott, og tað var Sumba, sum hevði størstu kjansirnar restina av fyrra hálvleiki. Pauli Jarnskor noyddist út við trælæri miðskeiðis í hálvleikinum, og Magni Jacobsen kom inn í álopið, meðan Sámal Joensen varð fluttur aftur á miðjuna. GÍ-álopið megnaði ikki at hótta so nógv sum tað hjá Sumba, sum bert hevði Nebosja Veljkovic heilt frammi, meðan Eirikur Joensen var offensivur á miðvøllinum.
Jan Poulsen hevði eina roynd, sum endaði á stongini, og Sunvard Joensen í GÍ málinum mundi givið Sumba útjavnandi málið, tá hann tveitti bóltin beint fyri føturnar á Veljkovic, sum var púra blankur. Jugoslaviski toppskorarin royndi at lyfta upp um, men hann skeyt í somu síðu, sum Sunvard stóð í, og málverjin loftaði bóltinum.
Sumbingar vóru óhepnir, meðan heimaliðið ikki megnaði at gera sær dælt av góðu byrjanini. Hálvleiksstøðan var 1-0 til GÍ.
Mál í rúgvum
Tað, sum fyrri hálvleikur ikki hevði í málskjóting, bleiv væl og virðiliga tikið inn aftur í seinna. Átta mál komu seinnu 45 minuttirnar, og av teimum átti GÍ seks og Sumba tvey. Málini komu líkasum í »herðindum« ? Magni Jarnskor økti til 2-0 í 55. minutti. Fýra minuttir seinni gjørdi innskifti Magni Jacobsen tað til 3-0, men tað gekk ikki ein minuttir, so hevði Nebosja Veljkovic skotið sítt fimta mál í seks landskappingardystum, og so var 3-1.
Tað, at sumbingar fingu svarað aftur so skjótt gjørdi, at teir ikki mistu mótið, og eisini í seinna hálvleiki høvdu teir fleiri møguleikar at skora. Teir skiftu tríggjar mans út og satsaðu. Men fleiri ferðir endaði tað við, at Sumba brendi í øðrum endanum, og so slóg GÍ kontra og skoraði hinumegin.
3-1 bleiv til 4-1, tá Magni Jarnskor við einum korteri eftir skeyt sítt næsta mál í dystinum, men heldur ikki hesaferð gekk nógv meir enn ein minuttur, so hevði Dánjal Johan Joensen svarað aftur til 4-2. Men sumbingar komu ikki nærri enn tvey mál, og longu minuttin eftir næsta málið hjá teimum broderaðu Magni Jarnskor og Rúni Justinussen seg hegnisliga ígjøgnum, og tað endaði við, at Magni Jacobsen økti til 5-2. Í 82. minutti skoraði Sámal Joensen til 6-2 beinleiðis upp á fríspark, og minuttin eftir slapp Henning Jarnskor eisini upp í part, tá hann skoraði til endaliga úrslitið 7-2.
Ikki nóg skipað
Sumbingar hildu ikki, at úrslitið rættiliga segði, hvussu dysturin hevði gingið, og gøtumenn høvdu góðan hug at geva teimum rætt. Liðið hjá Sumba er ikki so ringt, sum nógv hava hug at gera tað til, og í Nebosja Veljkovic eiga teir ein av vandamiklastu áleyparum í landinum. Men hóast fólkið er gott, tykist liðið ikki at vera nóg væl samanspælt og skipað, og móti einum liði sum GÍ verða mistøk skjótt revsað.
Gøtumenn vóru heldur ikki hesaferð nøgdir við sítt egna spæl, men teir vunnu so, og sigurin gav eisini málmuninum eitt fitt kvink rætta vegin. Teirra næsti dystur verður um tvær vikur móti B36 í Gundadali, og spennandi verður at síggja, hvussu tað fer at spæla av.
Sumba fær vitjan av KÍ, og síðani skulu teir til Runavíkar, áðrenn teir enda fyrru hálvu við suðuroyaruppgerðini móti VB á Krossinum.
GÍ-Sumba 7-2 (1-0)
1-0: Sámal Joensen 1
2-0: Magni Jarnskor 55
3-0: Magni Jacobsen 59
3-1: Nebosja Veljkovic 59
4-1: Magni Jarnskor 74
4-2: Dánjal J. Joensen 75
5-2: Magni Jacobsen 76
6-2: Sámal Joensen 82
7-2: Henning Jarnskor 83
GÍ: Sunvard Joensen ? Bartal Eliassen, Alvi Justinussen, Jóan Petur Olsen ? Rúni Justinussen, Pauli Jarnskor, Magni Jarnskor, Erland Tvørfoss, Súni Olsen ? Sámal Joensen, Henning Jarnskor.
Sumba: Anfinn Thomsen ? Dánjal Johan Joensen, Páll Magnar Kjærbæk, Mortan úr Hørg ? Hallur Dam Joensen, Nicola Biberdzic, Jan Poulsen, Eirikur Joensen, Spasojé Biberdzic, Peter Jørgensen ? Nebosja Veljkovic.