Sumbiarvatn til heimsmeistararnar

Meðan italsku heimsmeistararnir vóru her á vitjan, drukku teir føroyskt vatn úr Sumba í fløskum frá Sp/f Lisberg. Fimmboði Lisberg frá Sp/f Lisberg er sera fegin um at teir fingu møguleikan at lata vatn til itlasku fótbóltsleikararnar, sum hann veit eru sera kritiskir við, hvat teir taka inn. Skotsku fótbóltsleikararnir, sum skulu spæla mikukvøldið, fáa eisini føroyskt vatn á fløskum. Vatnið, ið kemur frá ein keldu, sum verður nevnd ?Bótin?, er sera bleytt, av høgari góðsku og natúrliga reinsað í fjallinum, sigur Fimmboði Lisberg..

Sp/f Lisberg arbeiða í løtuni við eini stórari verkætlan, sum krevur eina samlaða fígging upp á umleið 30. milliónir krónur. Ætlanin er m.a. at byggja eina tappistøð í Lopra, sum skal framleiða vatn á fløskum til evropeiska marknaðin.

Í Evropa verður drukkið millum 60 og 70 milliardir litrar av fløskuvatni. Í Italia verður drukkið yvir 10 milliardir litrar av vatni á fløskum. Tað sama er galdandi fyri hini stóru londini í Evropa, sigur Fimmboði Lisberg.