Sumbiarbergholið fær nú eisini trygdarútgerð

Sumbiartunnilin skal lyftast upp á sama stig sum Viðareiðistunnilin

Týsdagin skrivaðu Landsverk og El-Service undir sínamillum sáttmála til veiting av nýggjari el-og trygdarskipan í Sumbiartunlinum.

 

Avtalan millum Landsverk og El-Service á Skála fevnir um at seta upp ljós og trygdarútgerð í Sumbiartunlinum, sum fer at vera á sama støði sum í Viðareiðistunlinum.

 

Tað vil siga við ljósi, neyðljósi, trygdarskápum við telefonum, vakmyndatólum, stoppljósum og bummum, umframt eldsløkkjarum, og mátarum, sum máta vandamikið gass úr akførum.

 

Harumframt verður sett upp ein skipan sett upp, sum tryggjar beinleiðis samband við Landsverk og Alarmsentralin hjá politinum, og sum steingir tunnilin.



Trygdararbeiðið í Sumbiartunlinum verður gjørt í byggistigum yvir nøkur ár, alt eftir sum peningur verður settur av til endamálið á fíggjarlógini.

 

Í ár skal teknikkhús setast upp og streymur skal leggjast í tunnilin til fartelefonina, sum Føroya Tele fer at seta upp í ár.


Sumbiartunnilin, sum varð tikin í nýtslu 1997, hann er 3.240 metrar til longdar og sostatt er hann longsti landtunnil í Føroyum.