Kommunusamanlegging
Tað er stórur møguleiki fyri at Sumbiar Kommuna og Tvøroyrar kommuna verða lagdarsaman longu á nýggjárinum.
Tað er greitt, nú summarfrítíðin er farin afturum bak og spurningurin er viðgjørdur nærri í teimum báðum kommununum í Suðuroy.
Sumbiar Kommuna bjóðaðu fyrr í ár øllum hinum seks kommununum í Suðuroynni á fund at viðgera spurningin um at leggja alla Suðuroynna í eina kommunu.
Men tað var bara Tvøroyrar Kommuna, sum tók av og møtti á fundi.
Á tí fundinum avgjørdu bygdaráðið í Sumba og býráðið á Tvøroyri at taka málið upp aftur eftir summarfrítíðina.
Avrátt varð, at býráðið á Tvøroyri og bygdaráðið í Sumba skuldu fyrst hvør í sínum lagi viðgera spurningin og taka støðu til, antin tær báðar kommunurnar yvirhøvur skuldu samráðast víðari um samanlegging, hóast ongin av hinum kommununum vildu vera við.
Sumbiar Kommuna viðgjørdi málið leygardagin og har samtykti ein meiriluti at fara undir samráðingar við Tvøroyrar kommunu um at leggja tær báðar kommunurnar saman.
Tríggir bygdaráðslimir vóru fyri, men tveir vóru ímóti!
Tvøroyrar Býráð hevur ikki viðgjørt málið enn. Tað verður ein av komandi døgunum, men borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, sigur, at higartil hevur verið full semja í býráðnum um at leggja saman.
Tí ivast hann onga løtu í, at Tvøroyrar býráð eisini fer at taka undir við at taka samráðingar upp við Sumbingar um at leggja tær báðar kommunurnar saman.
Ongantíð ov skjótt
Og tað er eisini heilt greitt, at stendur tað til báðar borgarstjórarnar, skal hendan samanleggingin verða framd longu á nýggjárinum.
Kommunustýrisval verður seinni í ár og nýggju bygda- og býráðini taka við tann 1. januar og borgarstjórarnir í Sumba og á Tvøroyri vilja báðir helst, at báðar kommunurnar leggja saman beinanvegin.
Verður samanleggingin ikki nú, verður tað ikki fyrrenn um fýra ár, tá ið næsta kommunu-valskeið er lokið.
Jacob Vestergaard, borgarstjóri í Sumbiar Kommunu sigur, at føra samráðingar um samanlegging á mál, liggur tað avgjørt í kortunum, at samanleggingin skal fremjast nú.
Starvsfelagið hansara á Tvøroyri, Kristin Michelsen, er púra samdur.
Við tí fyrivarni, at málið ikki er viðgjørt í býráðnum á Tvøroyri enn, sigur hann, at eftir hansara tykki verður tað ongantíð ov skjótt, at kommunurnar báðar leggja saman.
Hvørgin av borgarstjórunum síggja nakrar sum helst forðingar fyri eini samanlegging.
Tvøroyri og Sumba hava ikki mark hvør ímóti øðrum, men báðir borgarstjórarnir vísa á, at norðanfyri hava kommunur lagt saman, sum heldur ikki eru tað og sum eru líka langt frá hvørjum øðrum, sum Sumba og Tvøroyri eru.
Teir vísa eisini á, at um tvey ár er nýggi Hovstunnilin liðugur og tá verður tað ikki meiri enn ein hálvur tími at koyra úr Sumba til Tvøroyrar.
Ikki tikið støðu til fólkaatkvøðu
Semjast bygdaráðið í Sumba og býráðið á Tvøroyri um samanlegging er tað kortini ikki heilt greitt um fólkaatkvøða verður í teimum báðum kommununum fyri at vita, hvat tey siga um samanlegging.
Jacob Vestergaard sigur, at hetta er ein spurningur, sum bygdaráðið í Sumba skal taka støðu til og tað hevur bygdaráðið ikki gjørt enn.
Kristin Michelsen sigur, at tað er ikki krav, at fólkaatkvøða skal vera. Men sjálvur fer hann at mæla býráðnum til at samtykkja, at fólkaatkvøða skal vera á Tvøroyri.
Borgarstjórin á Tvøroyri væntar heldur ikki truplar samráðingar. Hann vísur á, at fleiri kommunur norðanfyri hava gjørt sáttmálar um samanlegging og fara báðar kommunurnar undir samráðingar, verða teir sáttmálarnir sjálvsagt brúktir sum fyrimynd.
Báði borgarstjórin í Sumba og á Tvøroyri vænta, at leggja hesar báðar kommunurnar saman, fara aðrar kommunur í oynni at fylgja eftir.
Teir eru eisini púra samdir um, at tað hevði tað givið Suðuroynni nógvar ferðir størri slagkraft mótvegis landspolitiska valdinum, um hon stóð saman í einari felags kommunu.
? Sum er, tosa suðuroyingar í eyst og vest og so leingi tað er so stór spjaðing í oynni, lurtar ongin eftir ov avleiðing er eisini, at vit fáa alt ov lítlar sømdir, siga teir báðir.
Samstarv endurskoðast
Annars hevur Tvøroyrar Kommuna nógv samstarv við fámjiningar og Hvalbiar Kommunu, sum fevnir um Hvalba og Sandvík.
Kristin Michelsen sigur, at endar tað við, at Tvøroyri og Sumba leggja saman, mugu samstarvsavtalurnar við Hvalba og Fámjin endurskoðast, tí so verða tað sumbingar, sum fáa fyrsta rætt til tænastur og tilboð á Tvøroyri, framum hvalbingar, sandvíkingar og fámjiningar.
Annars Kristin Michelsen til, at tvær umfatandi veljarakanningar vísa, at tvørafólk eru fyri samanlegging.
Aðra kanningina gjørdi býráðið sjálvt og hina kanningina gjørdi Granskingardepilin fyri Økismenning fyri Lions Klubban í Suðuroy.
Meiriluti fyri at leggja saman
Í greinini omanfyri verður víst til eina veljarakanning, sum granskingardepilin gjørdi fyri Lions Klubban í Suðuroy um kommunusamanlegging í Suðuroy.
Úrslitið av kanningini er, at í øllum kommunum í Suðuroy er greiður meiriluti fyri at leggja kommunur í Suðuroy saman.
Tvørafólk taka serliga væl undir við kommunusamanlegging, tí har eru heili 82% fyri at leggja saman . Í Vági eru næstan 70% fyri eini kommunusamanlegging, og í hinum kommununum eru tølini áleið tey somu. Í Hvalbiar kommunu, har stuðulin til eina kommunusamanlegging er minstur, eru umleið 60 % fyri eini kommunusamanlegging.
Kanningin vísir eisini at 57% av suðuroyingum halda, at øll oyggin skal vera ein kommuna.
Tað eru serliga vágbingar, sum eru ímóti at leggja alla oynna í eina kommunu, tí har vilja yvir 50%, at tað skulu verða tvær kommunur í Suðuroy. Í Sumbiar kommunu stendur á jøvnum millum tey, sum siga tað skal vera ein kommuna, og tey, sum siga at tað skulu vera tvær kommunur í Suðuroynni.
Umframt hesa veljarakanningina, hevur eisini Tvøroyrar Býráð gjørt eina kanning, har allir veljarar í kommununi fingu spurnarblað og har er úrslitið nakað tað sama. Men eitt úrslit av teirri kanningini er eisini, at tey allarfægstu á Tvøroyri vilja hava, at Tvøroyri verður
Myndin er eitt kort av Suðuroynni. Tvøroyrar kommuna, sum er nummar 45 og Sumbiar Kommuna, sum er nummar 50, eru vístar við myrkari litum og tað eru hesar báðar kommunurnar, sum nú kanska verða lagdar saman. Annars er Hvalbiar kommuna nummar 44, Fámjins Kommuna nummar 46, Hovs Kommuna nummar 47, Porkeris Kommuna nummar 48 og Vágs Kommuna nummar 49