Sumba grivið upp

Seinastu dagarnar hevur Sumba líkst krígsherjaðum øki. Men fríggjadagin verður hon snotiligari enn nakrantíð

Seinastu dagarnar hevur verið ein slík rokan í Sumba sum ongantíð fyrr.

Men tað hava sumbingar onki havt ímóti, tí teir vita, at fíggjadagin verður bygdin snotiligari, enn hon nakrantíð hvur verið.

Tað er Landsverkfrøðingurin, sum er farin at asfaltera høvuðvegin ígjøgnum alla bygdina.

Tað er Landsverkfrøðingurin, sum asfalterar, tí tað var hann, sum oyðilegði vegin.

Allur vegurin ígjøgnum Sumba varð oyðilagdur av teirri tungu ferðsluni, sum tók seg upp , táið farið var undir bergholið ímillum Sumba og Lopra.

Tá varð avtalað gjørd um, at Landsverkfrøðingurin skuldi gera hann aftur tá ið bergholið varð liðugt.

Tað eru nú 12 ár síðan, og alla hesa tíðina hevur vegurin í Sumba ligið í knúsi til stórt forargilssi hjá øllum, sum hava koyrt ígjøgnum bygdina.

Men nú er bergholið liðugt, og nú verður vegurin so gjørdur aftur.

Arbeiðið byrjaði síðsta mánadag og í farnu viku var allur vegurin grivin upp.

Hesa vikuna er ætlanin at asfaltera, og tað skal í hvussu so er vera liðugt fríggjadagin, tí tá fara allir mans hjá Landsverkfrøðinginum í summarfrí.

Aftaná summarferiuna verður so allur tann ovari vegurin asfalteraður frá bygdartorginum heilt út í Hargar.

Kommunan eigur umleið eina hálva millión í asfaltgrunnium og teir pengarnar skal Landsverkfrøðingurin brúka til tað.


Ábøtur og forðingar

Umframt sjálva asfalteringina,v erða ymsar ábøtur gjørdar á vegin, ið mugu takast sum endurgjald tl sumbingar fyri tort og sviða hesi 12 árini, vegurin hevur ligið í sori.

Út ímóti Pollinum skal vegurin breiðkast, og bygdartorgið er gjørt væl størri við tað, at eitt stórt stykkið omanfyri torgið, er tikið upp í.

Somuleiðis skulu einar tríggjar ferðsluforðingar gerast í vegin út ímóti Pollinum, har í ?buglur? verða lagdar í vegin.

Og við tey ytstu húsini skal ein ?oyggj? gerast í vegin, alt fyri at fáa bilførarar at koya spakiliga ígjøgnum bygdina.