Eg eri útiseti, lesandi og havi "a love and hate affair" við Føroyar.
Í dag varð ES-boykottið veruleiki. Í áðni var eg í Netto, og beit merki í, at hvørki Føroyar ella ES-boykot eru nevnd við einum orðið á dagsins stóru avísforsíðum. So nógv merkist ríkisfelagsskapurin her. Eg fái ilt í búkin. Fiskivinnan stendur fyri uml. 95% av Føroya útflutningi, og skal fiskurin nú verða seldur til Russland, Afrika og Asia, ja so er sjálvsagt, at vinningurin verður munandi lægri. Um har yvirhøður verður nakar vinningur.
Samstundis, er eisini stríð innanlanda. Eitt breitt forargilsi, og misálit til hvussu landsins tingmenn handfara tilskilaða vald sítt. Duldir upplýsningar, korruptión, hasard við milliónum - og so í stundum sum hesum, har eingin føroyingur ánar hvussu morgindagurin sær út. Tykist sum, at politikarar hava gloymt hvønn tey arbeiða fyri.
Harumframt liggur eisini § 266 b og gálvar í bakgrundini, har 3. Mósebók verður nýtt sum skálkaskjól til eitt "argument", ið skal eitast at eiga rættin til avgerðandi orðið. Eg haldi at mín 90-ára gamla omma, hevur eina meira nútímans sjón uppá, hvussu Føroyar áttu at sæð út, enn hesu afturúrsigldu fólk. Og ja, hon er virkin kristin.
Fólkafraflyting. Pedofili. Grindadráp. Flatskattur. Tað er heilt útlúgvandi við øllum hesum tungu málunum. Huff. Har er ein sterkur dissonansur, ið fyllur meg við ótta og iva. Eg vóni, av øllum mínum hjarta, at tey ið hava hetta ES-málið um hendi, veruliga hava stýr uppá tað, soleiðis at føroyingar ikki skullu skuffast enn eina ferð. Hetta fer at vísa seg til samráðingarnar.
Í summar vitjaði eg Føroyar í fýra samfullar vikur. Tað vóru fýra fantastiskar vikur, og eg hevði ringan hug at fara av landinum aftur. Nú gleði eg meg bara til, at síggja eldhugan spretta, ið eg so tíðuliga merkti bobla í skotum og krókum harheima. Okkurt spennandi er undir uppsigling í Føroyum. Heimurin og tíðin vit liva í, setir krøv til Føroyar. Men føroyingurin setur so sanniliga eisini krøv til sín sjálvs.
Eitt vinfólk spurdi meg á Ólavsøku: "veitst tú hvat mótssetningurin til kærleika er?". Vælvitandi at mítt spyrjandi svar, "hatur?", ikki rakk, smíltist viðkomandi og segði: "líkasæla, Ragnhild. Mótsetningurin til kærleika er líkasæla"... Sostatt finnur føroyingurin eisini kærleikan til land sítt, í øðini og í forargilsinum. Listin er at nýta øðina konstruktivt, taka ábyrgd og ansa eftir at tað ikki endar í berum grenji. Alternativið er, at yppa øksl, og halda áframm við at fylgja líkasælu seyðagonguni. Ein leið í endar lúkst í teimum rættum, ið valdsgraðir hyrðar reka móti.
Eg gleði meg til at vanligi føroyingurin slítur jantelógs keturnar, og fær dirvið til at skoyta uppí eitt rúmligt samfelag. Eg gleði meg til at samkynd fáa rætt at liva í hjúnarlagi (oh yes, that IS gonna happen, deal with it). Eg gleði meg til at fáa einar Føroyar við integritetsfullum oddafólki. Fólk við gjøgnumslagskraft og pondus. Og eg gleði meg til, at vit hava fingið dirvið til at rudda allan lortin undan teppinum. Eitt teppi, sum í skrivandi løtu, tykist at hava ilt við nerta gólvið, so nógvur lortur er undir tí.
Føroyar eru eitt av heimsins minstu tjóðum, og broytingar eru relativt lættar at fremja, um meirlutin kann semjast um at hála sama veg. Føroyar kann gerðast eitt fyrimyndarligt samfelag, eitt labratorium har røttu raðfestingar kunnu geva Føroyum altjóða áhuga. Hvørjar eru tær Føroyar vit ynskja okkum? Hvussu ynskja vit at Føroyar skullu kennast? Hvønn arv vil tú leggja eftir tær? Tað einasta tað krevur, er at tú sær virðið í at geva eitt lógvatak. Ikki tí tú skalt, men tí tú vil.
Eg havi "a love and hate affair" við Føroyar. Men fyrst og fremst elski eg Føroyar. Og hóast eg bein míni standa í Danmark, so er hjarta mítt í Føroyum. Føroyar er mín samleiki og eg eri errin av at vera partur av føroysku tjóðini. Eg taki gjarna ímóti íblástri til hvussu eg, sum útiseti, kann gera mítt, tí eg veit slettis ikki hvussu eg skal ella kann bera meg at. Eg kann so siga eitt; eg flyti ikki heimaftur - í hvussu so er ikki beint nú. Men eitt er sikkurt, Føroyar eiga ein brennandi ambassadør í mær.
(Teitur, "You never leave LA": www.youtube.com/watch)