tórbjørn jacobsen
Sjálvstýrisstríðið er um aldur við gamla slupp. Danska ræðið á Føroyum er nú líka treyst sum ringasti pumpuroykur. Og síðani betongsentralurin ABC settist við radiatorarnar, hevur tað staðið við og versnað. Hetta hjáputrið, kolonialistiska leivdin, tveir av 179 tingmonnum, skal nú veljast. Allir ætla at sita sum mýrivengur, at spæla á eina evarska lítla munnhørpu, á aftasta beinki í donskum flokki, uttan Tjóðveldisflokkurin, ið fer á danating við greiðari stevnu. Ætlar at sita á fyrstu parkett, í egnum tingbólki, og stríðast fyri føroyskum tjóðarrættindum. Halda fram á slóðini hjá Erlendi Paturssyni og Norðuratlantsbólkinum.
Framundir løgtingsval tosa øll um val til evsta vald landsins, men við ára millumbili fáa vit áminningina um, at tað finst ein polisk makt, sum er omanfyri. Fólkatingið. Evsta valdið í øðrum landi.
Tjóðveldisflokkurin hevur hetta seinasta valskeiðið staðið sum ein ljósboya, sum ein ýtingarboya, á Norðhavinum. Glampað í morgunguvuni og varpað greið signalir út í ytstu krókar. Starvið heldur fram eftir valið týsdagin.
Ýtið er skeytið til matrikkulin. Vit fara at seta fram uppgreiðandi fyrispurningar. At leggja fram uppskot, ið gagna. At ávirka danskar politikkarar, í royndini at fáa teir at skilja, at frumburðarrætturin liggur her heima ? og ikki í Keypmannahavn. At upplýsa danska fólkið um einastu gongdu leiðina á politiska akrinum. At hjálpa fólki. Og ístaðin fyri at standa á seiðabergi í onkrum hissini donskum flokki fara vit at dríva politiskan útróður. Stríðið verður avgjørt í egningarskúrunum og tykkara sáru lógvar seta einastu føroysku røddina ? á danska framherjan aftur.
Bjølgurin í donsku fóðurpatrónini pumpar enn. 630 milliónir standa ímillum danskt heimastýri og føroyskt fullveldi. Har stendur stríðið. Vit ætla okkum at standa rimmarfastir á imperialistisku líktornunum ? fram í treytaleyst tjóðarfrælsi. Og onki er at óttast. Tí sum tín dagur ? skal tín styrki vera. Vit síggjast á Danatingi.