Sum tá likkan fer

Tá summarhúsfólkið riggar av, og skúlarnir byrja aftur, tømis Mykines eftir einum degi at kalla. Alt gerst stilt og friðaligt aftur, og ein einsligur vetur stendur fyri

Bygdarlív
Mykinesi:

Tað er friðaligt í Mykinesi hendan frígjadagin seinast í august. Eini tólv- fimtan fólk eru eftir í bygdini. Tíggju teirra búgva fast, meðan hini eru komin at vitja og fara av aftur oynni um ikki so langa tíð.
Annað lívið hevur verið í summar, meðan øll tey, sum hava summarhús í bygdini hava verið her úti. Fleygatíðina eru vanliga eini 100 - 200 fólk í Mykinesi. Slík, sum hava tilknýti onkursvegna til oynna.
Við tyrluni hendan dagin er onkur, sum kemur at rigga av fyri summarið. Rudda upp og gera húsini vetrarklár.
Vit fylgjast at húsum og fara inn. Oljufýrið í kjallaranum er sløkt, so tað fyrsta er at vita, um gongd fæst á aftur. Hevur tó bara staðið soleiðis einar fjúrtan dagar, síðan fólk var her seinast.
Jú, tað er skjótt, at ein fløvi er. Farið verður ein túr runt at taka upp seingjarklæði og annað, sum havast skal við inn aftur, og savna í ein sekk. Okkurt smávegis uppvask stendur, og tað verður so beint av vegnum.
Í kjallaranum liggur fleygastongin, sum ikki verður nýtt aftur í ár. So hon verður stungin millum loftið og bitan, har hon ligur turt og væl til fleygingin byrjar aftur komandi summar.
So er ikki meira at taka hond í, og einki annað at gera, til tyrlan kemur aftur, enn at fara ein túr kring bygdina at slota eftir, hvussu støðan er í Mykinesi, nú friðurin aftur legst um bygdina.

Tekniskir trupulleikar
Tað stendur ein hurð opin, og fólk stákast innanfyri. Tað eru teir báðir Meinhard og Esbern, sum hava trupulleikar við einum traktori.
»Okkur við gearinum,« greiðir Esbern frá, einaferð hann hyggur upp og fer at skifta skrúvulykil.
Lítli Hans Meinhard, sum er næstyngstur í Mykinesi, fylgir áhugaður við tí, sum abbin og pápin havast at.
Teir eru komnir til ta niðurstøðu, at her gerst einki hjá teimum, so teir verða noyddir at fáa traktorin í smiðju. Men tað er ikki bara sum at siga tað her úti. Hann noyðist av oynni, og við Súluni verður tað neyvan. Hon hevur ikki verið her síðan týsdagin, greiða teir frá, og í dag er fríggjadagur.
So teir hava avtalað við tyrludeildina hjá Atlantsflog, at tyrlan skal flyta traktorin á flogvøllin, haðani hann kann flytast til umboðsmannin í Hvalvík, sum skal umvæla hann. Síðan verður rutan tann sama aftur øvugtan veg út í Mykines.
Jú, Oskar kemur so við sínum vogni, og tú upplivir eitt sleip eftir smølu vegunum í Mykinesi. Ferðslutíttleikin er øgiligur her úti í dag.
Teir fara so oman á tyrlupallin. Oskar undan sleipandi traktorin, sum Esbern stýrir, meðan Hans Meinhar, lítli, eisini situr uppií.

Sum tað plagar
?Tað er ikki øðrvísi, enn tað plagar at vera hesa tíðina, heldur Jansy, sum eftir mong ár í Mykinesi hevur vant seg við, at nú tynnist fólkið á miðum skipi. Vit hava vant okkum við hetta og vita, at tað verður so. Men tað er kortini stuttligari, tá fólk kemur í oynna, enn tá tey fara, ásannar hon.
Hon hevur fingið postin út í oynna, og nú skal hann fáast til høldar. Okkurt av farmi var eisini við, og tað verður koyrt upp á pláss við trillubøru,. Tað er Meinhard, sum syrgir fyri tí í dag, hóast Esbern er tann, sum alment hevur tikið yvir. Tað verður tó í familjuni, og Meinhard hevur trúliga røkt tað starvið í ein mansaldur, so tað man vera í góðum hondum eisini í dag.
Fólk hava ikki so øgiligan skund í Mykinesi ein slíkan dag. Ein av teimum fáu summarhúsmonnunum, sum enn er eftir, heldur fyri, at tað er bara um náttina, ein hevur fyri neyðini at skunda sær her úti. Tá eru tað lundapisurnar, sum skulu fangast. Hann sigur seg hava fingið einar 20 ella so, og ætlar sær ikki fleiri. Tær koma oman millum húsini um náttina. Koma eftir ljósinum, siga tey, og liggja so ymsastaðni og royna at goyma seg.
Tær hava verið bara heilt hampiliga nógvar í ár, greiðir Oskar frá. Hann hevur merkt nakrar nú hesar dagarnar.
?Eg hevði 112 merki eftir í summar, og tók so bara upp tað, sum eg fekk og slepti inn í fjósið, áðrenn eg fór at merkja alt í senn. Men tá samanum kom, gingu hálvtannaðhundrað pisur í fjósinum, so nakrar fóru ómerktar avstað aftur, sigur hann.
Lundapisurnar hava trongar umstøður, um tær koma sær út í dagslýsi. Tí so eru másarnir á teimum beinanveg, greiðir Oskar frá. Teir sita fram við ánni og bíða, og har býður ikki bøtur hjá tí, sum eftir ánni fer.
Og skúgvur og kjógvi hava eisini gjørt dúgliga um seg í oynni. Sildberin hevur havt harðbalið lív. Teir vera støðugt álopnir av hesum fýrunum, sum liggja og lúra fram við bakkanum alt summarið.
Annars hevur fleygingin verið heilt hampilig, láta teir at. Esbern hevur fylgt eitt sindur við, og hann metir, at einir 25.000 lundar - ella so - munnu vera fleygaðir í Mykinesi í summar.
Tó tað røkist einki fyri at fara eftir súlum. Tað er ov ókyrt, siga teir. Men tá tann tíðin kemur, vænta teir aftur lív í bygdini.
?Nú er tað blivið umtrent soleiðis, at vit , sum búgva fæst her úti, noyðast at biða lova okkum við, halda teir fyri.