Sum ketta úr høvdatrog...

Annika Olsen, sum tapti stíð­ið um valdið í Fólk­a­flokk­­inum til tann nú so sterka leiðaran Jørg­en Nicl­a­sen, hev­ur fing­ið sær tann vana altíð at koma aft­aná og siga, at hon kortini ikki er so ring sum hini.

Hetta sóu vit undir verk­­fall­­­i­num, tá hon stakk Jørg­en Nicl­a­sen í rygging við at vísa ped­a­gog­unum sam­huga – og við at siga alment, at tey sjálv­­andi áttu at fáa virð­ing og løn­­a­r­­hækking.
Vit sóu tað aftur við koyr­­i­peng­u­­num ­hjá pol­i­tik­­ar­u­num. Eft­ir at henn­ara egna sam­gonga hevði felt upp­skot­ið um at taka tær upp til 13.500 skatt­a­frí­u krón­­ur­nar í koyr­i­peng­um frá lands­­stýr­is­fólki, kom hon við eini frá­boðan um, at pol­it­ikarar sjálv­andi ikki skulu skattast øðr­vísi enn onnur fólk.

Og nú um vikuskiftið sig­ur hon, at »tað verður ikki við henni sum lands­stýr­is­kvinnu«, at pen­sjón­ir­nar verða lækk­­að­­ar, nú Sam­bands­­flok­­kur­­in ikki letst vilja hækka pen­­sjóns­ald­­ur­­in so brád­­liga, sum Fólk­a­flokk­u­r­in.

Tú tyktist so skilagóð, Ann­­ika. Men tað virkar nóg so ó­búgv­ið alt­íð at koma aftan­á og siga, at tú ikki mein­ar tað so illa kort­ini.

Tú ert ein partur av sam­gon­uni hjá Jørgen Nicl­asen – og tú frem­ur hans­ara pol­i­tikk. Hevði tú verið øðrvísi, so hevði tú helst verið í onkr­um øðr­um flokki...