Um vikuskiftið verður árliga meistarakappingin fyri teir yngru svimjararnar hildin í Klaksvík.
Upprunaliga skuldi kappingin verið seinasta vikuskiftið í mars ? 26. til 28. ? men sum so nógv annað varð henda kappingin rakt av verkfallinum og mátti tí útsetast.
SUM kappingin er býtt upp í tríggjar bólkar:
Bólkur 1 (fødd í 1990 og yngri), bólkur 2 (fødd í 1988-89), og bólkur 3 (fødd í 1986-87).
Tilsamans eru 175 svimjarar við, og tilmeldingarnar til kappingarnar, sum eru 64 í tali, er heili 895. Við øðrum orðum svimur hvør svimjari millum fimm og seks kappingar í part ? onkur minni, onkur meir.
Sostatt verður hetta higartil størsta tal av bæði svimjarum og tilmeldingum nakrantíð til eina kapping í Føroyum.
Tey luttakandi feløgini eru VS úr Vági (16 svimjarar), TS av Tvøroyri (18 svimjarar), HS úr Tórshavn (48 svimjarar), Flot av Toftum (26 svimjarar), Skeggjar úr Gøtu (29 svimjarar), FS úr Fuglafirði (8 svimjarar), og Ægir úr Klaksvík (30 svimjarar).
Seinnapartin sunnudagin, tá kappingin er liðug, verður eisini endaligi Grand Prix vinnarin fyri SUM-arar kunngjørdur.
Næsta stóra svimjikappingin verður um mánaðarskiftið apríl/mai. Tá verður FM, og samstundis verða teir svimjararnir, ið hava klárað kravtíðirnar og eru úttiknir til Oyggjaleikirnar á Gotlandi, kunngjørdir.