Tað var nógv fólk til handils í Klaksvík leygardagin, tá ókeypis var at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin. Úr Klaksvíkar handilsfelagi siga tey, at tað gekk sera væl og tað vóru sera nógv fólk í býnum allan dagin.
- Longu tá vit opnaðu kl. 10 var nógv fólk, og har var fult av fólki líka til kl. 23, tá vit lótu aftur, sigur Bjørghild Magnusson, ið er formaður í Klaksvíkar handilsfelagi.
Fleiri handilsfólk tosaðu um, at tað var sum beint upp til jóla. Tað var bíðirøð í handlunum allan dagin, tey vóru noydd at vera fleiri fólk til arbeiðis enn vanligt, og tey meta seg eisini hava selt líka nógv, sum tey plaga at selja til jóla.
Ta fyrstu vikuna Norðoyatunnilin var opin, var eisini ókeypis at koyra ígjøgnum hann, og tá høvdu handlarnir í Klaksvík leingi opið alla vikuna. Tá vóru eisini nógv fólk til handils, men av tí at handlarnir høvdu leingi opið í eina heila viku, tyktist tað, sum at fólk høvdu minni skund tá, siga tey úr Klaksvíkar handilsfelagi.
Úr Klaksvíkar handilsfelagi meta tey, at tað í øllum førum vóru líka nógv fólk til handils leygardagin, sum tað vóru fyrstu vikuna tunnilin var opin.
Sera nógvir bilar vóru eisini í býnum í Klaksvík leygardagin. Men løgreglan í Klaksvík sigur, at teir merktu einki til nakran ferðslu ruðuleika. Heldur ikki var nakar trupulleiki at fáa bilin settan frá sær.
- Tað hevur víst seg, at vera nógv betri við parkeringini, enn vit væntaðu áðrenn tunnilin læt upp. Vit høvdu roknað við, at tað onkuntíð fór at vera trupult at seta bilin frá sær, men soleiðis hevur tað ikki verið, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Klaksvík.