Arne Thorsteinsson varð offraður í loysnini hjá Mentamálaráðnum. Hetta er fatanin hjá fólki, ið kenna viðurskiftini á Fornminnisavninum. Hetta var niðurstøðan hjá Útvarpi Føroya í tíðindunum mikukvøldið.
Høvuðspersónurin sjálvur vil ikki gera nakrar viðmerkingar til avgerðina hjá Jógvani av Lakjuni. Spurdur, um hann hevur fingið munnkurv, svarar Arne Thorsteinsson, at tað hevur hann onga viðmerking til.
Vit ætlaðu at spyrja fyrrverandi landsfornfrøðingin um hann heldur, at loysin á fornminnisavninum er virðilig, og um hann væntar, at friður fer at valda á stovninum í framtíðini, nú Steffen Stumman Hansen heldur fram á stovninum.
Vit ætlaðu eisini at spyrja um hann kennir seg offraðan, og um avgerðin hjá Jógvan á Lakjuni kann tulkast sum, at hann var høvuðsorsøkin til ófriðin á stovninum.
Arne Thorsteinsson er kortini sum grøvin, og hevur onga viðmerking til málið.










