Skálaberg
Í tríggjar vikur hevur Skálaberg nú ligið á redini í Murmansk, og eins og reiðaríið bara bíða teir 38 menninir umborð eftir, at okkurt skal henda.
Men einki er enn hent. Teir vita púrt einki. Nær verður skipið leysgivið? Nær sleppa teir heim? Verða teir noyddir at halda jól í Barentshavinum?
Einki svar.
Tíðin fellur teimum long, og svarið upp á spurningin um, hvussu teir fáa tíðina at ganga er: Spyr teir, sum sita í spjellinum. Teir sita umborð á Skálabergi og hava einki at gera.
Tíðin gongur við at spæla kort, hyggja í sjónvarp og hyggja at videofilmum.
Onkuntíð finna teir uppá at seta seg saman at syngja, sjálvt um lagið ikki er nakað serligt.
Ein dag vóru nakrir av monnunum úti á dekkinum og gjørdu kavamann.
Veðrið er gott og ikki so kalt, um frostmarkið.
Vóna
Sum skilst hava teir enn nóg mikið av provianti, so í so máta lía teir onga neyð. Men teir hava ikki slept vónini um at sleppa heim til jóla.
Herfyri segði reiðarin Hanus Hansen, at roynt varð at fá 28 av monnum heim, men enn er eingin sloppin av skipinum.
Tey heima vita líka so lítið sum menninir, nær teir koma heim, og um teir sleppa heim til jóla.
Eftir røttum skuldi manningin komið heim 9. november, tá ið hin manningin stóð klár. Men so fingu teir boð um at fiska nakrar dagar aftrat.
Tað bleiv til nógvar dagar aftrat í Barentshavinum.