Sum faðir so sonur

Um dagarnar kom út ein øðrvísi ævisøga enn tær, vit vanliga síggja. Ikki um ein av hesum úrmælingunum, sum tað gongur væl hjá, uttan um ein, hvørs leið gekk hinvegin. Hann rýmdi undan ringum korum heima í Føroyum, men beyð ikki sínum egnu petti betri sømdir í Brasil

 

Bókaútgáva


Søgan um Sofus Severin Strømsten av Oyri, sum endaði í Rio de Janeiro í Brasil, er bersøgin og viðhvørt harður kostur, har einki verður fjalt. Ein øðrvísi søga, har nøvn verða nevnd líka nógv fyri tað ringa sum fyri tað góða.

Sofus Severin Strømsten stakk av heiman í frá undan pápanum, sum hann í bókini lýsir sum eitt bartrog, ið hann als einki gott hevur at bera.

Og kortini verður lesarin skjótt varugur við, at ymiskt er, sum eftir vanligari mannahugsan ikki samsvarar heilt. Sum nú, at Sofus Severing hevur kallað elsta sonin upp eftir pápanum, sum hann annars niðurger sum ein sannan húsbøðil.

Men eftir at hava lisið bókina, situr ein eftir við teirri áskoðan, at høvuðspersónurin er ikki petti mætari sjálvur. Søgan, hann sigur frá um egið lív og levnað, har alt og øll verða sett til síðis fyri hor og drykkjuskap, er ikki við til at lyfta hann petti hægri, enn hann sjálvur setir pápan.

Bókin »Horvin føroyingur«, sum kom út um dagarnar, er um eina ferð til Brasili, har høvundurin saman við myndamanni og beiggja Sofusar Severins fer at hitta rýmda oyrarmannin.

Lagt verður upp til, at leitað verður eftir Sofusi Severini í Rio de Janeiro. Men rættiliga skjótt skilst kortini, at teir hava vitað rættiliga væl, hvar teir skuldu fara. Mesta leitanin skilst hava verið eftir húsunum, hvørs nummar teir kendu.

Mannin finna teir, og vit fáa eina rørandi søgu um tveir brøður, sum hittast aftur eftir 54 ár. Ein søga, sum ikki hevði verið betri, um hon var gjørd. Men hon er púra sonn. Í so máta ein sólksinssøga mitt í allari neyðini, sum týðuliga er høvuðstátturin í bókini.

Tí tað er eingin stuttlig søga, vit fáa. Men hon er spennandi og eg las hana á tamb við tað sama. Kanska gjørdi tað mun, at eg kendi part av henni frammanundan.

Sofus Severin Strømsten greiðir í bókini frá baldruta lívi sínum, sum, alt frá tí hann var smádrongur, hevur verið øðrvísi enn hjá teimum flestu.

Um hvussu hann eins og restin av familjuni varð kúgaður av pápanum, sum bert hugsaði um at koma sær sjálvum fram og vinna pening. Tað bóru hini so kostnaðin av.

Um hvussu hann stakk av frá tí heila, og um hvussu tað gekk honum longri fram á leiðini. Um hvussu illa hann spældi síni kort, tá hann sambært honum sjálvur sat við rættiliga góðari hond.

Men skilliga sæst, at hann kundi sjálvur havt betrað um elendigheitina, um hann var nakað frægari sjálvur. Hann sigur eisini søguna um, hvussu hann sjálvur bar seg at, eftir at hann hevði fingið familju í Brasil. Tað var heldur eingin vøkur søga.

Kortini fáa vit meira enn einaferð borið fram, at hann nú á gamalsaldri er fegin um at kunna siga søguna, so hon kanska kann fáa onkran annan at hugsa seg eitt sindur um.

Grækaris Magnussen er djarvur at geva hesa bókina út. Tað er skjótt at særa onkran, tá ein heil familja soleiðis verður løgd víðopin fyri almenninginum, sum her verður gjørt. Ikki minni djarvur er beiggi Sofusar Severins, sum var við á ferðini og veit, hvat fer at verða givið út.

Bókin er sett upp í pørtum. Byrjar við eini krimisøgu, sum fer yvir í barnaárini hjá Sofusi Severini og soleiðis aftur og fram.

Mitt í tí heila fáa vit eina frásøgn um ferðina hjá teimum trimum, sum fóru til Brasil at hitta mannin. Nakað av brasilskari søgu er eisini í bókini. Og so aftur í dagbókaformi frágreiðing um, hvussu ferðin í Brasil gekk.

Bókin, sum er skrivað í greinastíli - jorunalistiska bakgrundin hjá høvundanum kemur til sjóndar - er løtt at lesa. Stuttir partar, sum eru lidnir, áðrenn tú fært tíð at keða teg. Og nógvar rættiliga góðar myndir eru í bókini. Tær flestu teirra hevur beiggi høvundan, Magnus Magnussen, tikið á ferðini niðri í Brasil.

Bókin »Horvin føroyingur« er umleið 150 blaðsíður og kostar 285, - krónur.

Kann væl verða, at hon verður líka væl móttikin, sum SOS Knúkur, ið Grækaris Magnusen gav út til jóla í fjør, varð. Hon er bygd upp á nakað sama hátt. Er prentað í Danmark og bundin inn í stíva permu.