Sum ein hugnalig familja

Henrietta Hammer, 24 ár, úr Kollafirði

-------------------

 

24 ára gamla Henrietta Hammer úr Kollafirði lesur føroyskt á fyrsta ári. Fyri hana var tað ongantíð tað stóra ivamáli, hvat og hvar hon skuldi byrja at lesa

- Eg vil gjarna sleppa at vera í Føroyum og havi leingi havt ein dreym um at lesa føroyskt, so tað gav seg mest sum sjálvt. Eg hevði nokk ikki setst aftur, um eg varð noydd at flyta av landinum, men tað ger alt øgiliga nógv lættari at sleppa undan at finna kollegieíbúð og koma inn í fremmandar skipanir av ymsum slag, sigur Henrietta Hammer.

Hon leggur afturat, at tað eisini taldi nógv, at hon hevði hoyrt so nógv positivt um Føroyamálsdeildina á Fróðskaparsetrinum. Í so máta gjørdist hon ikki vónbrotin, men hon hevði ikki ímyndað, at hennara nýggja lestrarumhvørvið fór at vera so lítið.

- Tað er eitt sindur keðiligt, at man ikki hevur meir samband við tey lesandi á hinum deildunum, tí vit eru so spjødd í ymsum bygningum. Men vit kunnu jú eisini bara sjálvi syrgja fyri at skipa fyri onkrum ordiligum veitslum, har øll eru við, sigur Henrietta.

Fyri tað mesta heldur kortini, at lítla umhvørvið er ein fyrimunur.

- Vit eru 12 í flokkinum, so vit eru sum ein lítil, hugnalig familja, har tað ikki ber til at sita og krógva seg aftanfyri onkran. Tað dámar mær væl, tí tað ger tað lættari at fáa øll í flokkinum við í kjakið í tímunum, sigur Henrietta.

Lítla umhvøvið ger eisini, at tú altíð skjótt og lætt kanst fáa orðið á ein lærarar, um tú hevur brúk fyri hjálp og vegleiðing, og tað setur Henrietta stóran prís uppá.

- Í so máta kann eg ímynda mær, at tað kann blíva eitt sjokk at koma á eitt av stóru universitetunum uttanlands. Fakliga verður tað tó neyvan nakar trupulleiki, tí støðið í frálæruni her feilar avgjørt onki, sigur Henrietta Hammer.

 

Mynd (Henrietta)

- Tað ber ikki til at ganga og krógva seg í einum so lítlum lestararumhvørvi, og tað haldi eg vera fínt, sigur Henrietta Hammer, sum lesur føroyskt á Føroyamálsdeildini