Teir tríggir landskappingardystirnir, sum hava verið á skránni í góðveðrinum seinnapartin, eru av.
Serliga við Margáir, har Víkingur vitjaði, var talan um tveir heilt ymiskar hálvleikir. Liðini skoraðu tvey mál í part undan vindinum.
Eftir 1. hálvleik bendi einki á, at Víkingur skuldi vinna stig. EB/Streymur skoraði tvey mál, og Víkingur hevði ongar møguleikar.
Eftir steðgin var heilt vent í holini. Víkingur spenti álopsbogan, og innskifti Finnur Justinussen, sum ikki hevur verið serliga eyðsýndur í ár, skoraði tvær ferðir.
2-2 og Víkingur hevur fingið stig aftur, eftir at víkingarnir einki stig hava fingið í trimum dystum á rað.
Eisini á Svangaskarði endaði tað við javnleiki 1-1.
B36 vann 1-0 í Gundadali ímóti AB.
--------------
Liðugt
1-0
Tað er gott lag í B36 leguni, tí hetta var fyrsta ferðin, at árstalsfelagið hevur vunnið síðani 3-0 sigurin á B71 11. apríl.
70 min.
1-0
AB hevur spælt seg til fleiri hornaspørk.
65 min.
1-0
55 min.
1-0
Beinanvegin eftir steðgin er Ingi Højsted komin inn á B36 miðvøllin í staðin fyri Magnus Olsen.
Hálvleikur
1-0
AB hevur havt ilt við at fáa tak á spælinum mitt á vøllinum, har teir hava nýggja uppstilling. Stig Roar Søbstad er einsamallur í álopinum, og hann fær ikki serliga nógvan stuðul.
40 min.
1-0
B36 er leikliga greitt omaná, men enn hevur tað ikki eydnast heimaliðnum at økja um leiðsluna.
25 min.
1-0
1-0: Jákup á Borg 18.
Misskiljing í AB verjuni, og landsliðsspælarin var púra leysur mitt fyri málinum, og hann hevði lætt við at seta bóltin í málið.
10 min.
0-0
B36-AB
Dómari: Páll Augustinussen
B36: Jóan Pauli D. Jakobsen - Bárður Olsen, Dimitrij Jankovic, Oddmar Færø, Herbert í Lon Jacobsen - Jákup á Borg, Róaldur Jacobsen (Heini í Skorini, 67.), Klæmint Matras, Chrisitan R. Mouritsen (Høgni Eysturoy, 73.), Magnus Olsen (Ingi Højsted, 46.) - Hjalgrím Elttør, Jákup á Borg
AB: Tórður Thomsen - Mortan úr Hørg, Tehe Aristide, Gunnar Haraldsen, Alex Mellemgaard - Kenneth Jacobsen, Tummas Justinussen, Jobin Drangastein, Sjúrður Ellefsen, Dion Splidt (Fabrice Amessan, 56.) - Stig Roar Søbstad
---------
90 min
2-2
3 minuttir lagdir aftrat!
75 min.
2-2: Finnur Justinussen
Innskifti álopsspælarin hevur rættuliga gjørt hol í sjógvin. Skotroynd frá Nenad Stankovic varð avrættað, og Finnur Justinussen fangaði returbóltin og smekkaði hann í málið.
Tað sum í 2. hálvleiki tóktist skula vera avgreiðsluspurningur, er nú púra opin og spennandi dystur!
70 min.
2-1
Víkingur hevur í 2. hálvleiki víst heilt øðrvísi hugburð. Víkingur hevur spent álopsbogan, og tað er rættuligur spenningur komin í.
65 min
2-1: Finnur Justinussen 65.
Spenningur er komin í við Margáir. Eftir innlegg úr vinstru hevur innskifti Finnur Justinussen við høvdinum minkað um munin, sum nú er 2-1.
60 min
2-0
Arnar Dam hevur loyst Gudmund Nielsen av á EB/Streyma miðvøllinum í høgru.
55 min
2-0
Víkingur hevur beinanvegin eftir steðgin sett Finn Justinussen á vøllin í staðin fyri Áslak R. Petersen. Uppstillingin er broytt til 4-4-2. Hjartvard Hansen hevur fingið Finn Justinussen aftrat sær í álopinum.
Hálvleikur
2-0
Heimaliðið hevur fullkomuliga tak á spælinum. Víkingur hevur lítið at bjóða uppá! Tað er dyggur smeitur, at bæði Súni Olsen og Finnur Justinussen sita skaddir uttanfyri.
40 min.
2-0
Víkingur heldur seg framvegis aftarlaga á vøllinum, og EB/Streymur, sum hevur lotið undan, hevur fullkomuliga tak á tí.
2-0: Daniel Udsen 33.
Fínt langskot sum fer í málið.
25 min.
1-0
Heimaliðið hevur verið leikliga greitt omaná.
10 min.
1-0: Leif Niclasen 2.
Spælt verður fram ímillum miðverjarnar hjá Víkingi, har Leif Niclasen, sum í dag mannar álopið saman við Arnbjørn Hansen, verður leysur í brotsteiginum og hevur lætt við at skora.
EB/Streymur-Víkingur
Dómari: Lars Múller
EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Dánjal Davidsen - Gudmund Nielsen (Arnar Dam, 60.), Pætur Dam Jacobsen, Kristoffur Jakobsen, Daniel Udsen (Brian Olsen, 80.) - Arnbjørn Hansen (Bjarni Jørgensen, 70.), Leif Niclasen
Víkingur: Geza Turi - Sverri Jacobsen, Niclas Niclasen, Atli Gregersen, Bárður Hansen - Sølvi Vatnhamar, Áslakur R. Petersen (Finnur Justinussen, 46.), Nenad Stankovic, Sam Jacobsen, Kaj Leo í Bartalsstovu - Hjartvard Hansen (Martin Olsen, 87.)
-------
Liðugt
1-1!
83 min.
1-1: Obi Charles 84.
Eftir fríspark uttanfyri brotsteigin var eitt sindur av aftur og fram støðu í brotsteiginum, og Obi Charles setti bóltin í málið.
81 min
1-0: Ndende 81.
B68 hevur havt stórt trýst. FC Suðuroy hevur bjargað tvær ferðir, og so var tað Ndende, sum skoraði, eftir at Jóhan Petur Poulsen hevði lagt innfyri úr vinstru.
70 min.
0-0
Dan Djurhuus var fyri lítlari løtu síðani púra leysur, men Vlada Filipovic bjargaði.
65 min.
0-0
Keita hevur rættuliga sett lív í B68 álopið. Seinastu løtuna hevur heimaliðið verið leikliga omaná.
60 min.
0-0
Øssur Hansen hevur fyri lítlari løtu síðani aftur rakt stólpan. Uppleggið í vinstru átti Ahmed Keita, sum hevur loyst Jonleif Højgaard av í B68 álopinum.
55 min.
0-0
Beinanvegin eftir steðgin setti B68 Jóhan Petur Poulsen inn á miðvallarplássið í høgru í staðin fyri Niklas Joensen.
Øssur Hansen var tætt við, tá ið hann úr 20 metrum lyfti bóltin upp um málverjan, ið hevði boksað burtur, men bólturin rakti í stólpan.
Hálvleikur
0-0
40 min.
0-0
FC Suðuroy hevur ment seg rættuliga nógv. Eftir horna vóru teir tætt við, og síðani hevði Palli Augustinussen góða skotroynd, sum Vlada Filipovic bjargaði sera væl.
20 min.
0-0
Eftir lítið korter hevði heimaliðið risa møguleika. Remi Langgaard legði innfyri úr vinstru, Jónleif Højgaard, sum var leysur mitt fyri, royndi seg, men Staneslav Kuzma bjargaði.
10 min.
0-0
B68-FC Suðuroy
Dómari: Petur Reinert
B68: Vlada Filipovic - Poul N. Poulsen, Oddur Højgaard, Pól Jóhannus Justinussen, Øssur Hansen - Niklas Joensen (Jóhan Petur Poulsen, 46.), Eli Simonsen, Ndende, Remi Langgaard (André Olsen, 72.) - Óli Olsen, Jónleif Højgaard (Keita, 55.)
FC Suðuroy: Staneslav Kuzma - Teitur Tausen, Heini Vatnsdal, Suni úr Hørg, Martin Tausen - Dan Djurhuus, Kári í Lágabø, Palli Augustinussen, Jón Krosslá Poulsen - Mamuka (Henning G. Joensen, 90.), Obi Charles (Heini Bech, 85.)
----
Støðan
NSÍ 28
HB 25
ÍF 24
EB/Streymur 22
B36 18
Víkingur 17
B68 14
B71 13
AB 8
FC Suðuroy 7