Sum at spæla sjavs í kommununi

- Vit fáa onga nyttu burtur úr at vera við í Kvívíkar kommunu. Tí ynskja vit heldur at fáa eitt samstarv í lag við vestmenningar, sigur Soffi Egholm, bygdaráðslimur í júst Kvívíkar kommunu. Trupulleikin er bert tann, at restin av bygdaráðnum ikki ynskir tað sama.

Leynar: - Hóast vit fegin vilja vera saman við vestmenningum, og hóast vit høvdu fingið munandi meiri burtur úr hesum samstarvinum, so letur tað seg snøgt sagt ikki gera, staðfestir Soffi sum býr í Leynum.

Leynar eru partur av Kvívíkar kommunu, og í løtuni er Soffi teirra umboð í bygdaráðnum. Hetta átti at verið eitt áhugavert, mennandi og spennandi arbeiði. Men Soffi hevur langt síðani sæð, at trupult er hjá teimum smærru bygdunum at fáa nakað ígjøgnum.

Tað tykist – stutt sagt – sum um øll menning í kommununi bert skal verða í Kvívík. Og hetta hendir, hóast minnilutin í bygdaráðnum ferð eftir ferð er komin við uppskotum um, hvussu útjaðarin í kommununi kann mennast.

Fleiri við henni eru tí so líðandi vorðin sannførd um, at tær smærru bygdirnar í Kvívíkar kommunu fáa ov lítið gagn av at vera við í kommununi.

- Vit kundu havt eina góða kommunu sum var í støðugari menning. Men soleiðis sum tað verður stýrt í dag, eru lítlir møguleikar fyri hesum.

- Í ringasta føri kann tað enda við, at fólk fara at flyta hiðani, til dømis til Sandavágs, har grundøki eru at fáa, sigur Soffi við Sosialin.


Samstarv er neyðugt

Í sínum lívi hevur Soffi ferðast nógv, hevur búð á ymiskum støðum í Føroyum og í Danmark, og hon hevur eisini verið sera virkin á tí politiska pallinum í Danmark.

Tað er við hesi bakgrundini, at hon dugir væl at síggja, at uttan samstarv og góðan felagsskap við onnur, kemur ein ongan veg.

Týdningin av samstarvi fyri at røkka nøkrum málum, merkti hon, tá hon sat sum formaður í fakfelagi og ikki minst sum amtspolitikkari í Viborg í mong ár.

Serligan áhuga hevði Soffi innan tað sosiala økið, har tey brekaðu lógu henni fremst í hug, eins og arbeiðið við mentan, umhvørvi og vegasambandi.

- Hesi 30 árini í donskum politikki lærdu meg greitt, at tú kemur ikki til nøkur úrslit, uttan so at tú lurtar eftir hinum og finnur semjur á henda hátt.

- Tá eg flutti heim til Føroyar í 2001 og varð seinni vald inn í bygdaráðið í Kvívík, upplivdi eg júst tað øvugta. Hetta kom sera óvart á meg, sigur Soffi álvarsom.


“Gyseligt” orðaskifti

Eftir at hava búð í Danmark í 30 ár flutti hon heim aftur, millum annað tí at henni longdist eftir at merkja, hvussu tað var at búgva aftur í føðilandinum. Tá hon valdi at búseta seg í Leynum, var hon sannførd um at hon var liðug við alt tað politiska arbeiðið.

- Nei, eg skuldi so einki hava við politikk at gera í Føroyum, hvørki í kommununi ella á løgtingi, slær Soffi fast.

Hon plagdi onkutíð at lurta eftir orðaskiftinum á tingi – eitt orðaskifti sum hon beskrivar sum “gyseligt” og so ófólkaligt, at slíkur málburður hevði verið harðliga átalaður í einumhvørjum donskum amtsráði.

Mongum brestur ætlan, og soleiðis gjørdist tað eisini hjá Soffi. Hon fekk áheitan um at stilla upp til kommunuvalið í 2004, men væntaði ikki at verða vald.

Hóast hon játtaði at vera valevni, undraði tað hana almikið, hví økið ikki hevði ein einstakan lista, heldur enn tveir.

Soffi dugdi væl at síggja, at hetta var ein pinkulítil sókn, og at tað vóru mong viðurskifti, sum ikki vóru nóg góð og sum ein kundi gera nakað við.

- Nógv fólk her í bygdini komu til mín og søgdu frá hugsanum og ætlanum, sum ein kundi fara undir. Men eg merkti samstundis á teimum, at tey tóktust so máttleys:

- Tað var eins og tað ikki loysti seg hjá teimum at koma fram við hesum góðu hugskotunum. Tey vunnu ikki frama kortini, sigur hon.


Sum at spæla sjavs

Eftir valið kundi Soffi staðfesta, at hon hevði fingið næstflestar atkvøður á sínum lista. Saman við henni vóru eitt umboð av Stykkinum og eitt av Válinum vald.

Tey løgdu seg út í valstríðið við eini skrá, sum hevði til endamáls at skapa grundarlag fyri menning í økinum. Grundøkir til byggihugaði fólk og annað skuldi fáast til vega, soleiðis at fólk bæði kundu og vildu flyta higar at búgva.

Sjálv vónaði hon, at eitt munagott samstarv kundi fáast í lag við umboðini fyri hin listan, hvørs umboð øll vóru vald í Kvívík. Men soleiðis kom altso ikki at ganga.

Hon merkti rættiliga skjótt, at arbeiðið í kommununi bygdi á prinsippið í kortspælinum sjavs: Tað eru “vit” og “tit” sum stríðast móti hvørjum øðrum. - Jú, sært tú, - ein tosaði um okkara kommunu, sum um hon var í tveimum: At bygdirnar rundan um vóru fyri seg í einum bólki, og Kvívík fyri seg í einum øðrum.

- Eg ynskti at fáa brotið hetta fastlæsta mynstrið, soleiðis at allar bygdirnar kundu fáa nakað burturúr. Og hví skuldi eg ikki tað?! Eg meini so við, - vit eru hóast alt í somu kommunu, sigur Soffi álvarsom.







Ein skamblettur á Válunum


Tá arbeiðið í bygdaráðnum byrjaði, gjørdist Soffi greitt, at hóast kommunan ikki var millum tær stóru, kundi nógv gerast fyri at menna hana.




Soffi fekk eyguni upp fyri nógvum fadesum, sum undanfarin bygdaráð høvdu gjørt. Hon nevnir millum annað bátahylin á Válinum.

Soleiðis sum hann liggur í dag, er hann - sambært Soffi - einki minni enn ein skamblettur og eitt úrslit av vánaligum vilja til samstarv.

- Hetta virkar fyri mær sum ein gordiskur knútur, sum núverandi bygdaráð ikki er ført fyri at loysa. Tja, tað er ein stórur spurningur um ein yvirhøvur hevur viljan til at loysa hann.

- Vit hava roynt at fáa meirilutan í bygdaráðnum at geara um og broyta hugsan, soleiðis at kommunan kann mennast. Men hetta hevur ikki gingið eftir ætlan, slær Soffi fast.

At hon hevur hesa hugsanina kemur av, at hon greitt hevur sæð teir møguleikar sum finnast í heimbygd hennara, Leynum.


Bilpláss vanta

Tey flestu kenna helst Leynar vegna stóran og vakra sandin, sum um summarið savnar hundrað- ella túsundtals føroyingar, tá veðrið er til vildar.

Her kundi ein skapa umstøður og veitt tænastur, soleiðis at fólk løgdu pening eftir seg her í bygdini. Stórur tørvur er á bilplássum til øll tey vitjandi, - ja, har er ikki meiri enn eitt einstakt wc til øll hesi.

Var eitt bygdarhús á Leynum, kundi ein skapt møguleikar fyri eini tænastu til tey vitjandi, og ikki minst til bygdarfólkið sjálvt, tá tey skuldu skipa ein føðingardag, kristiligar fundir ella onnur tiltøk.

Á Válinum kundi ein lættliga skipa eina marina, har møguleiki var fyri inntøkum og arbeiðsplássum.

- Tað er púra greitt, at ein bátahylur skapar ikki nakað arbeiði. Men mær tykir at ambisjónirnar fyri at fáa eitt virksemi í gongd, eru ikki til staðar.

- Hetta undrar meg almikið, tí vit liva jú trods alt av tí, sum hevur við sjógvin at gera, sigur hon.


Ynskja samstarv

Tað er einfalt at skilja, at Soffi og hini umboðini av Stykkinum og Válinum als ikki eru nøgd við samstarvið og visjónirnar fyri eina góða og mennandi kommunu.

Tey hava tí bæði hugsað um, kannað og beinleiðis spurt seg fyri um møguleikan at fáa eitt veruligt samstarv í lag við Vestmanna kommunu.

Ein kanning varð gjørd millum bygdarfólkið við spurningi um eitt framtíðar samstarv við Vestmanna. Í øllum bygdum var rættiliga stórur meiriluti fyri hesi ætlanini.

Hetta hava vestmenningar tikið ímóti við opnum ørmum, men samstarvið kann ikki fáa í lag fyrrenn meirilutin í Kvívíkar kommunu sigur gott fyri tí – tað er: at bygdaráðslimirnir úr Kvívík geva loyvi til at Skælingur, Leynar, Stykkið og Válurin fara upp í Vestmanna kommunu.

- Eg skilji tað so, at tað er ein negativt ladaður arvur frá gamlari tíð sum forðar fyri, at hesar báðar kommunurnar verða lagdar saman í framtíðini.

- Vit hava longu so nógv saman – og kundu fingið so nógv burtur úr eini samanlegging – at eg dugi ikki við mínum villasta fantasi’i at skilja, hví ein ikki kann byrja at tosa um eitt samstarv. Men nei, her er so nógv gamalt agg sum forðar, at vilji til at fáa gongd á hetta er púrasta burtur, slær hon fast.




150 fólk fleiri eftir 100 árum

Leynar hoyra undir Kvívíkar kommunum, og er ein bygd har tað búgva omanfyri 100 fólk í dag.

Í bygdarskúlanum eru fimm næmingar og tað skilst, at fleiri børn eru undir skúlaaldur. Fólkatalið hevur verið í støðugum vøkstri seinastu 22 árini. Í 1985 búðu 70 fólk her og 20 ár seinni var talið tað mesta – 122. Í summar búðu 113 fólk í Leynum av teimum íalt 615 í kommununi.

Soffi er sera áhugað í, at talið av íbúgvum í kommununi og serliga í Leynum fer at vaksa enn meiri í framtíðini. Ein treyt fyri hesum er, at fólk fáa møguleika at búseta seg.

- Tað vísir seg, at tað er sera trupult hjá fólki at fáa grundøki í Leynum. Tey, sum ynskja at búseta seg her, verða víst til grundøki í Kvívík, sigur Soffi undrandi.

Eitt uppskot til byggisamtykt fyri Leynar er til góðkenningar, men tað dregur út, samstundis sum bíðilistin eftir grundøkjum bara gerst longri og longri og fólk ótolnast í sama lutfalli.

Hon er tí sannførd um, at minst 100 fólk fleiri áttu at kunnað búsett seg í Leynum. Kvívíkar kommuna kundi í roynd og veru verið ein stór kommuna, um rætt var atborið. Øki, sum kundu verið útstykkjað til grundøki, eru til taks.

Soffi vísir til hagtølini yvir fólkatalið, sum tala sítt týðiliga mál: Seinastu 100 árini er fólkatalið í Kvívíkar kommunu einans vaksið við 150, meðan fólkatalið í grannabygdini Vestmanna er vaksið við 1000 í sama tíðarbili!

- Vit mugu skapa umstøður, soleiðis at fólk vilja búseta seg her. Trupult er hjá fólki at fáa grundøki í Havn og tað vísir seg samstundis at grannabygd okkara í Vágum, Sandavágur er vaksin nógv.

- Hesi fólkini koyra framvið her hjá okkum. Spurningurin er bara, hvussu leingi vit skulu finna okkum í tí. Verður einki gjørt her, kann bygdin ikki vaksa. Tað sigur seg sjálvt, slær Soffi fast.