Sum at sletta vatn á gás

Tað er ein nátúrlóg, at tað sum vit spræna vatn á verður vátt og

gjøgnumbloytt, og tá vit t.d. festa eld í pappír, so kemur eldur í tað, men

nýggja framkomna nanoteknologiin vendir heilt upp og niður upp á hesar

meginreglur

Nanoteknologiin er yvir okkum. Talan er um eina teknologiska kollvelting,
sum í framtíðini kemur at broyta dagligdagin og arbeiðslívið og vendir upp
og niður upp á alla vanahugsan um t.d. yvirflatuviðgerð av glasi, gróti,
træ, klæðum, kromi og lakkeraðum flatum.
 
Vatn rínur als ikki á tær viðgjørdu flaturnar, tað er eins og ein
ósjónligur filmur er lagdur omaná. Talan er um eina yvirflatuviðgerð við
einum nýggjum molekylestrukturi (nanoformering), sum er umhvørvisneutralur,
effektivur og haldbarur.
 
Heilt einfalt merkir hetta, at arbeitt verður við sera smáum eindum -
heilt niður til atom og molekyl. Eindirnar verða máldar í nanometrum
(nm) - sum er ein milliónpartur av einum millimetri.
 
Nanoteknologiin kann brúkast so at siga allastaðni, sum t.d. til bilin,
bátin, húsini uttan og innan, rútarnar, baðirúmið, alt rustfrítt, klæðini
o.s.fr. Nanoteknologiin kann nýtast sum verja ímóti bæði vatni og eldi.
 
Til bilar er nanoformering væl egnað til kabinuna, rútarnar, alufelgurnar og lakkið. Um ein bilur við nanoformeraðum lakki verður skitin, er hann óvanliga lættur at fáa reinur aftur. Tær nýtist bert at brúka vatn og svamp ella bust, tí at so skjótt sum vatn kemur í samband við  tað, ið er á yvirflatuni, loysnar hetta alt fyri eitt. Í besta føri kann tað vera nokk at spula, ella lata regnið gera arbeiðið.
 
Nanocover brunaverjan kann nýtast, har tað er av avgjørdum
týdningi, at tilfarið er brunatarnandi sum t.d. í biografum, skúlum,
handilsbygningum, ítróttarhøllum, matstovum, ferjum, bussum og umborð á
flogførum. Um eldur kyknar, sortnar tað viðgjørda tilfarið, men eldurin slóknar av sær sjálvum uttan at gerast til logar, ið møguliga hava eitrandi royk við sær.
 
NanoCover Grafitti er ein heilt ósjónlig, men verjandi hind, sum kann
nýtast til allar bygningar úr t.d. gróti, múrsteini, betongi og
gassbetongi. Eftir viðgerðina ber til við vanligum vatni at vaska burtur flestu sløg av grafitti ella
dálking. Viðgerðin er langtíðarvirkandi.
 
Magic Cleaner Professional
 
Professjonelli gandavaskarin (Magic Cleaner Professional) er ein
hátøknifrøðiligur svampur við heilt serstøkum eginleikum, ið eru gjørdir
við nanoteknologi. Hesin svampurin tekur burtur litir og strikur, ið stava
frá eitt nú tusj - bæði spritt- og vatnbaseraðari, kúlupenni, skóskeinum, olju-
og modnaplettar í t.d. fugu í baðirúmum. Gandavaskarin virkar á bæði málaðum
og óviðgjørdum flatum, t.d. hurðum, durapanelum, vindeygakarmum, borðplátum,
træ-, linoleums- og vinylgólvum.
 
Nanocover er eisini nýtt umborð á føroyskum skipum við  sera góðum royndum, eitt
nú til rútarnar á brúnni.
 
Nano er grikskt og merkir dvørgur. Nanoteknologi ein kombinasjón av
elektronikki og kemi, har arbeitt verður við samansetingini av
atomum/molekylum í ymiskum tilfari.
 
Tað er Óli Jógvansson, ið rekur fyritøkuna Quick Repair Sp/f á Hjalla,
sum umboðar Nanocover-produktini í Føroyum. Nanocover vørurnar kunnu keypast
á heimasíðuni www.nanocover.com ella hjá Quick Repair á telefon 213323 -
e-mail: oj@nanocover.dk