Sum at fara til egna jarðarferð

Fríggjadagin var seinastu ferð at FaroeJet var á flogi.
Á skrivstovuni bendi einki á, at hetta skuldi gerast seinasti arbeiðsdagur teirra.

Maria Lamhauge og hini starvsfólkini fóru til arbeiðis sum vanligt fríggjamorgunin, og dagurin gekk sum hann skuldi. Øll vóru tey spent uppá, hvussu gangast skuldi dagin eftir við fyrstu leiguferðini hjá felagnum millum Kastrup og Kosovo.
- Vit fóru so til hús seinnapartin. Vit ynsktu hvørjum øðrum eitt gott vikuskiftið, og at vit síggjast aftur mánadagin.
- Men soleiðis kom altso ikki at verða. Leygarmorgunin fekk eg fyrst ta ringastu telefonsamtaluna, og síðani tey tyngstu boðini eg nakrantíð havi fingið, sigur Maria, sera hørm á málinum.
Tey á skrivstovuni vistu, at leiðslan í felagnum skuldi á fund við ein stóran íleggjara fríggjadagin. Tað lá í luftini, at útgangsstøðið var positivt, og at hesin íleggjarin vildi hjálpa felagnum víðari fram.
- Og skal eg siga sum er, so visti vit ikki at tað stóð so illa til, sum tað veruliga var. Tað kom púrasta bak upp á okkum!

Nógvir spurningar
Leygarmorgunin kl. 8 fór so kavabólturin á rull:
Stjórin, Johan Simonsen ringdi til Mariu og bað hana boðsenda hinum starvsfólkunum á fund tveir tímar seinni á skrivstovuni í Vágum.
- Hesin fundurin hevði eftir øllum at døma skund, tí vit skuldu kunnast um støðuna, áðrenn eitt tíðindaskriv fór út. Hetta var ein ræðulig uppgáva at skula útføra, skal eg siga tær.
- Eg hugsaði beinanvegin, at her er okkurt sum ikki ruggar rætt: Eru vit keypt ella seld? Er ein nýggj nevnd komin til? Ella hvat? Ja, tað vóru nógvir spurningar sum mólu í høvdinum á mær hesa løtuna, greiður Maria frá.
Hetta vóru tveir óúthaldiligir tímar, fram til kl. 10 tá fundurin byrjaði.

Goliath vann
Á fundinum kl. 10 møttu starvsfólkini, nevndin og stjórin. Her fingu starvsfólkini frágreiðing um orsøkina til henda fundin.
Teir greiddu skelkaðu starvsfólkunum frá, at teir høvdu roynt at fáa nýggjan íleggjara at seta pening í. Teir høvdu roynt bæði í Føroyum, Hetlandi og Danmark, allastaðni. Men har var einki at gera.
Maria sat eisini og lurtaði eftir tí, sum teir greiddu frá. Í hennara høvdi mólu túsund tankar hesa løtuna.
Her eru tríggir teirra:
- Tað fyrsta eg hugsaði var, at nú var alt tað farið fyri skeyti, tað sum vit høvdu lagt bæði lív og sál í.
- Tað næsta eg hugsaði var, at nú vann altso Goliath. Tað størra felagið vann á tí minna, greiður Maria.

Leiðirnar skiltust
Í øllum hesum kom eisini fram spurningurin: - Hvat nú, Maria? Eitt gott arbeiðspláss er latið aftur, og leiðirnar hjá starvsfólkunum, sum hava havt so mangar góðar løtur saman, skiltust nú.
Fólk vóru sum vera man skelkað, og tey grótu sum var tað teirra egna jarðarferð. Samstundis vóru tey takksom fyri, at ferðafólkini hjá FaroeJet kundu sleppa avstað við flogførunum hjá Atlantsflogi.
Eftir fundin sótu øll starvsfólkini og prátaðu eina góða løtu. Eitt teirra boðaði so hinum frá, at heima hjá teimum vórðu tey øll vælkomin til eina hugnaløtu sama kvøld.
- Vit fingu mat frá hotellinum, og høvdu eitt gott kvøld saman, greiðir Maria frá.



Halda jól í friði
Allar hesar ógvusligu og skakandi hendingarnar hava sjálvandi havt sína ávirkan á Mariu og hini starvsfólkini.
Spurningur teirra er, hvat tey nú skulu gera. Frá leiðsluni er sagt, at tey fáa løn í tríggjar mánaðir aftrat. Hvat hendir aftaná tað, veit eingin teirra.
- Men vit eru øgiliga, øgiliga kedd, milt sagt. Ein dag ert tú í tryggum arbeiði, og morgunin eftir stendur tú á berum.
- Slíkt er bara so óskiljandi!
Maria hevur, hóast sín unga aldur, longu drúgvar royndir innan sølu og marknaðarføring av einum flogfelagi. Hon dylir ikki fyri, at hetta er eitt arbeiði sum henni dámar væl.
- Trupulleikin her vesturi er, at arbeiðsplássini í oynni eru so fá. Men eg havi faktiskt longu fingið uppringing um okkurt spennandi arbeiði.
- Men nú lata vit fyrst jólini og nýggjárið fara framvið. So fáa vit at síggja, sigur Maria, sum fegin vil takka starvsfelagum og viðskiftafólkunum fyri tíðina, tey høvdu saman.